- Í fjør brúkt Massimo Moratti 595 milliónir krónur upp á fimm leikarar, men í ár hevur hann einki brúkt. Teir lovaðu mær tríggjar leikarar í summar, men ongin er komin, segði ein óður Benitez eftir finalusigurin á TP Mazembe úr Afrika.
Inter Milan vann í fjør ?The Triple? við José Mourinho á odda. Í summar skifti Mourinho til Real Madrid, meðan Rafael Benitez var settur í hansara stað. Tað hevur ikki gingið væl hjá Inter seinastu tíðina og liðið liggur á einum sjeynda plássi í Seriu A.
- Tað sær út til at felagið nú hevur tríggjar møguleikar. Eitt, fullan stuðul til mín og fýra ella fimm nýggjar leikarar at byggja eitt sterkt lið. Tvey, halda fram á hendan hátt og ein persónur fær alla skyldina. Trý, tosa við umboðsmannin hjá mær og finn eina loysn - einfalt, sigur Benitez.
Massimo Moratti, ið eigur Inter Milan, hevur síðani ikki vilja úttala seg um støðuna hjá Rafael Benitez, men fjølmiðlarnir siga seg vita, at fyrrverandi Liverpool venjarin skjótt er fortíð í Inter Milan.