Rafa fær sparkið í kvøld

Keldurnar hjá skysports siga, at Rafael Benitez hevur fingið bjóða áleið 30 milliónir krónur fyri at skræða sáttmálan. Tíðindini eru ikki váttaði enn.

 

Liverpool hevur noktað at gera viðmerkingar til tíðindini. Eisini umboðsmaðurin hjá Rafa hevur valt einki at siga.

 

Rafael Benitez tók við sum venjari hjá Liverpool í 2004. Í fyrsta kappingarárinum vann hann Champions League. Árið eftir vann hann FA Cup. Í 2007 kom Liverpool aftur í Champions League finaluna ímóti AC Milan, men hesa ferð tapti Liverpool.

 

Um tað mundi keyptu Tom Hicks og Gerorge Gillett felagið. Í fjør endaði Liverpool nummar tvey í Premier League, men síðani er alt gingið gali. Liverpool endaði í ár nummar sjey og tað hevur fleiri ferðir brent undir Rafael Benitez.

 

Rafael Benitez skrivaði í fjør undir ein nýggjan fimm ára sáttmála. Í tí sáttmálanum stendur, at um Rafa fær sparkið í ótíð, so skal hann hava 160 milliónir í endurgjald. Liverpool er í stórum fíggjarligum trupulleikum og hevur helst ikki ráð at gjalda ta upphæddina.