Tað var í gjár, at fjølmiðlar í Onglandi bóru tíðindi um at 50-ára gamli Liverpool venjarin, Rafael Benitez, var koyrdur. Teir søgdu, at Liverpool hevði bjóða honum 30 milliónir krónur í samsýning fyri at ógilda sáttmálan. Liverpool skrivaði í fjør undir ein fimm-ára sáttmála við Benitez. Í tí sáttmálanum stendur, at Benitez hevur rætt til góðar 160 milliónir krónur í endurgjald, um sáttmálin verður ógildaður.
Tí stendur Benitez í einir sterkari støðu. Hann noyðist ikki at fara úr starvinum og Liverpool er í fíggjarligum trupulleikum. Tað verður mett, at Liverpool als ikki hevur ráð at gjalda Benitez tær 160 milliónir krónurnar, ið hann hevur rætt til um hann verður koyrdur.
Rafael Benitez kom til Liverpool frá spanska Valencia í 2004. Í fyrsta árinum sum Liverpool venjari vann hann Champions League. Tað hevur ikki eydnast honum, at vinna Premier League, ið er hægsta ynski Liverpool, nú tað eru góð 20 ár síðani seinasta meistaraheiti. Í ár endaði Liverpool á einum sjeynda plássi og skuffaðu í øllum steypakappinginum.
Tað hevur ljóðað, at Inter Milan er áhugaðir í at fáa Benitez sum venjara. Í vetur var Juventus eisini inni í myndini, men teir hava sett nýggjan venjara í starv fyri kortum.