Rætturin til viðger fyri krabbamein skal ásetast við lóg

Tá ið illgruni er um krabbamein, skulu fólk hava krav upp á at sleppa til lækna, og í viðgerð upp á heilt stutta tíð

Nú skal viðgerðartrtrygd setast í gildið í sambandi við krabbamein. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Fyrr í ár varð ein nýggj krabbameinsætlan gjørd og nú hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur á økinum. 

 

Sum vit skrivaðu í áðni, er ætlanin seta eina skipan í verk, har fólk fáa tilboð um regluligar kanningar fyri krabbamein í tarmunum.

 

Men eitt tilmæli í nýggju krabbameinsætlanini er at seta eina skipan við viðgerðartrygd í gildið á krabbameinsøkinum, og landsstýrismaðurin sigur, at tað ætlar hann sær at seta í verk. Tað merkir, at er illgruni um krabbamein, skal mest loyvda bíðitíðin, bæði til útgreining og viðgerð fyri krabbamein, ásetast í lóg.

 

Og lógin skal eisini tryggja, at klárar føroyska sjúkrahúsverkið ikki at halda lógarfestu freistirnar, skal sjúklingurin fáa tilboð um at sleppa útgreining og viðgerð á sjúkrahúsi uttanlands, antin einum almennum sjúkrahúsi, ella á einum privatum sjúkrahúsi. Seinast, Løgtingið umrøddi spurningin, varð nevnt, at tað skulu ganga, í mesta lægi, tvær til fýra vikur,  til ein sleppur til lækna til útgreiningar, og í viðgerð. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur sett sær fyri at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið um hetta í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku næsta ár. 

 

Avtala er eisini gjørd um, at ein serlækni í nýrasjúkum, og ein serlækni í tarmsjúkum, verða settir afturat seinni í ár og tað fer eisini at koma krabbameinssjúklingum til góðar, sigur landsstýrismaðurin.