Skal man verða vísur í at eins meining kemur rætt út, so skal man skriva eitt lesarabræv. Hetta er niðurstøðan eftir at undirritaði í dag varð spurdur av fjølmiðli um fallandi skattainntøku á Sandi. Tí hesi orð.
Sands kommuna hevur seinastu árini havt fallandi skattainntøku. Hetta kemst serliga av at alsamt fleiri menn í besta aldri leita sær út í heim at sigla í londum, sum Føroyar hava dupultskattaavtalur við.
Hesar avtalur eru soleiðis samansettar fyri kommunur kring landið, at almennu Føroyar hava verið niðri í kommunukassunum og lóggivið pening úr hesum kassum.
Tí er onki órímuligt í at taka málið upp, og varpa ljós á hesa avbjóðing sum landið hevur komið kommununum út í. Eg haldi at tað hevði verið rímuligt at landið helt kommununar skaðafríar, við at landið tók á seg allan peningamissin, ið stendst av avtalunum ið landið hevur gjørt við onnur lond.
Vert er at leggja sær í geyma, at persónar sum í dag arbeiða í útlandinum eru gull verdir fyri land okkara, í og við at allur peningurin ið teir føra til lands kemur í umfar í landinum. Hesir somu persónar eru við til at leggja lunnar undir at makar teirra eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum, í og við at tey velja at búgva í Føroyum.
Hinvegin er tað órímuligt, at landið lóggevur pening úr kommunukassunum. Um so er at landið ynskir at hava dupultskattaavtalur við onnur lond, so eigur landið at bera kostnaðin, ikki kommununar.
Eg vil leggja dent á, at tað er almennu Føroyar ið hava eina stóra uppgávu fyri framman. Almennu Føroyar hava skyldu at syrgja fyri at gera slíkar avtalur við onnur lond, sum ikki ganga útyvir kommunubúskapir kring landið.
Teir sum arbeiða í útlondunum og búgva í Føroyum eru við til at bera hetta landið framá, eins og øll onnur.
Tað er at fegnast um, at fíggarmálaráðharrin nú hevur boðað frá, at hann ætlar sær at forhandla hesar avtalur umaftur, soleiðis at skatturin av inntøkuni fellur har ið viðkomandi býr, og ikki har ið viðkomandi arbeiðir.
Um so er at hetta ikki ber á mál, eigur og skal landið átaka sær allan peningamissin fyri kommunur kring landið, ið stendst av galdandi avtalum.
Brandur Sandoy, Løgtingsmaður og Borgarstjóri