Í tíðindabrævi í dag heitir Barnabati á Føroya Løgting, um at samtykkja valfríu protokollina til Barnarættindasáttmálan, sum aðalfundurin hjá ST samtykti 19. desembur 2011.
Føroya Løgting hevur áður samtykt at seta í gildi ST-samtyktina frá 1989 um rættindi barnsins í Føroyum, umframt valfríu ST-protokollina frá 25. mai 2000, um rættindi barnsins í samband við vápnað stríð.
- Við at samtykkja hesa protokoll, viðurkennir Føroyar, at ST-Nevndin fyri Barnarættindi fær møguleikan at viðgera kærur frá einstaklinginum, samstundis sum ráðið fær loyvið, av sínum eintingum, at kanna føroysk viðurskifti viðvíkjandi barnarættindum, um álítandi upplýsingar benda á, at Føroyar av álvara, ella regluliga ikki virka í tráð við rættindunum, tilskila í Barnarættindasáttmálanum, skrivar Barnabati.
Kærumøguleikin er skipaður sum aðrar kærunevndin í ST-høpi, við tað, at kærumyndugleikin ikki hevur heimild at áleggja Føroyum at gera broytingar í sínum lógum, mannagongdum ella viðgerðum, men einans kann geva tilmæli og koma við uppskotum.
- Barnabati er av tí fatan, at ein samtykt av 3. valfríu protokoll um eina kæruskipan til Barnarættindasáttmálan, vil styrkja rættartrygdina hjá børnum og ungum í Føroyum. Hóast niðurstøðurnar hjá ST nevndini fyri barnarættindi ikki eru bindandi, og nevndin ikki er ein dómstólur, so vil kærumøguleikin betra um fatanina av ásetingunum í barnarætindasáttmálanum í roynd og veru, og sostatt eisini vera við til at sáttmálin í nógv størri mun verður brúktur, skrivar Barnabati.
Barnabati vísir á, at í ávísum førum eru ásetingar í Barnarættindasáttmálanum hjá ST ikki niðurfeldar í føroyska lóggávu, og tað er serliga í slíkum førum, at ein kærumøguleiki kann verða til hjálp.
- Barnabati vil eisini vísa á, at íverksetanin av Barnarættindasáttmálanum í føroyska lóggávu er eitt neyðugt politiskt tekin til føroysk børn um, at tey viðurkennast sum sjálvstøðug og við rættartrygd fyri tann einstaka. Ein samtykt av omanfyri nevndu valfríu protokol vil tí senda slík tekin. Tey rættindi, ið føroysk børn fingu við Barnarættindasáttmálanum, fáa sostatt størri týdning við einum kæru møguleika, við tað at børn og ung tá kunnu kæra til eina óhefta fyrisiting, um tey meina, at teirra rættindi ikki verða vird. Hetta vil í sera stóran mun gera seg galdandi, har ásetingar í Barnarættindasáttmálanum ikki eru umsettar til føroyska lóggávu, skrivar Barnabati.










