Rættarnevndin fundast um tunnil

Tunnilsviðgerðin hjá rættarnevndini hjá Løgtinginum heldur fram í morgun.

 

Tað eru tey fimm málini um Skálafjarðartunnilin, sum eru til viðgerðar:

 

Løgtingsmál nr. 3/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 4/2013: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 5/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy.

 

Løgtingsmál nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um Tunnilsfelag Føroya

 

Klokkan 9:15 møtti Gjaldstovuráðið á fund við nevndina at siga sína hugsan.