Rættarmálið um stóttilburðin í Fields byrja

Rættarmálið móti 23 ára gamla manninum sum er ákærdur fyri at hava skotið og dripið trý fólk og sært sjey fólk er byrja.

 

23 ára gamli maðurin viðurkennir hendingarnar, men sigur seg ikki kunna ábyrgjast tí hann var sinnissjúkur tá ræðuleikarnir fóru fram.

 

Ákæruvaldi krevur at maðurin verður settur í viðgerð í óásetta tíð.