Rættarmál ímóti Trump um neyðtøku byrjar í New York

Eitt rættarmál, har ein kvinna hevur ákært Donald Trump fyri neyðtøku, er byrjað í dag í New York

 

E. Jean Carroll, journalistur og rithøvundur, leggur Trump undir at hava neyðtikið seg í 1990'unum. - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix

Eitt merkisverkt rættarmál, har fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trum er skuldsettur fyri neyðtøku, er í dag byrjað í New York.

Tað skrivar Reuters.

E. Jean Carroll, journalistur og rithøvundur, hevur í sivilum rættarmálið skuldsett Trump fyri at hava framt neyðtøku ímóti sær í einum prøvarúmi í handilsmiðstøðini Bergdorf Goodman á Manhattan í 1990'unum.

Trump hevur víst skuldsetingunum aftur. Carroll hevur lagt sakarmál ímóti Trump fyri at hava ærumeitt seg tvær ferðir.

Tá Trump í 2019 fyrstu ferð avvíst, at hann hevði neyðtikið Carroll, legði hon sak ímóti honum fimm mánaðir seinni fyri ærumeiðing.

12. oktober endurtók hann av vísingina á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. her kallaði hann skuldsetingina frá Carroll fyri »svik« og »lygn«. Tað førdi til enn eina skuldseting um ærumeiðing.

Tað  er ikki fyrr enn nú, at málini koma fyri í rættinum.

Rættarmálið verður mett at vara millum eina og tvær vikur. Donald Trumæp var ikki til staðar í rættinum í dag og roknað verður heldur ikki ivð, at hann verður har í morgin. Sambært Reuters hava advokatarnir hjá E. Jean Carroll heldur ikki ætlað sær at kalla inn fyrrverandi forsetan sum vitni í málinum.

E. Jean Carrol vil hava endurgjald fyri tað, sum hon kallar »munandi pína og líðing, varandi sálarligan skaða og ágang á privatlivið«.

Fyrr í apríl varð ein roynd hjá Donald Trump at fáa málið útsett víst aftur.

Advokatar hjá Trump søgdu, at teir høvdu brúk fyri meiri tíð, eftir at advokatarnir hjá E. Jean Carroll hvødu sagt, at Reid Hoffman, ein milliarderur, sum var við til at byrja sosiala miðlin LinkedIn, hjálpti við at gjalda fyri rættarmálið.

Ein onnur orsøk til, at málið sambært advokatum hjá Trujp átti at verið útsett, var stóri miðladekningurin av sambandinum hjá fyrrverandi forsetanum av revsimálinum, sum fyri stuttum varð reist ímóti honum.

/ritzau/

 

 

E. Jean Carroll, journalistur og rithøvundur, leggur Trump undir at hava neyðtikið seg í 1990'unum. - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix