Rættarhjálpin flytir út í húsini »á Kák«

Rættarhjálpin, sum seinastu fjórðingsøldina ella meira hevur húsast í Kristnastovu í Gongini í Havn, flytir nú nakrar metra longur út í Tinganes.

 

Rættarhjálpin er flutt úr Kristnastovu í høli longri úti á Reyni. 

– Vit húsast nú í gomlu húsunum »Á Kák«, Reyngøta 33, skrivar Rættarhjálpin.

– Inngongdin er frá túninum aftan fyri Reynagarð. Skelti eru sett upp, so lætt er at finna, skrivar Rættarhjálpin – ella Rættarhjálp Føroya, sum tað eitur, hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Einstaklingar kunnu venda sær til Rættarhjálpina við at ringja í upplatingartíðini, senda teldupost ella við at møta upp persónliga í Rættarhjálpini. Tað er ein fyrimunur at bíleggja tíð áðrenn, men hetta er ikki neyðugt.

Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.

 

##med2##