Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Sjúrð Skaale
Sjúrður Skaale legði serligan dent á føroysku handilsviðurskiftini við Russland, tá árliga orðaskifti um Ríkisfelagsskapin var í Fólkatinginum í gjár.
Væntað varð, at orðaskifti kom at taka samanum tey málini sum viðvíkja Ríkisfelagsskapinum, og sostatt verða eitt slag av eftirmeting av hvussu hesi vórðu handfarin.
Fyri júst hesa valsetuna, hava Føroyar eisini fingið nógv rúm í orðaskiftinum á danska Fólkatinginum. Serliga er havnastongsulin fyri føroysk fiskifør í evropeiskum havnum, umframt handilssambondini við Russland, ið hava verið frammi.
Í síni framløgu nýtti Sjúrður Skaale høvi at verja framferðina hjá Føroyum í hesum málunum, og føroyski fólkatingmaðurin lat væl at hvussu onnur fólkatingsumboð tóku í móti framløguni.
- Viðvíkjandi handilssambondunum við Russland, hava Føroyar fingið nakað gott burturúr, hóast spentu viðurskiftini millum Russland og vesturheimin. So leingi sum tað er greitt, at Føroyar einans hava handilslig sambond við Russland, og framhaldandi eru treytaleysir partar av vesturheiminum annars, er føroyska framferðin í lagi, sigur Sjúrður Skaale.










