Seinnapartin fríggjadagin kundi Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum millum annað rekur matstovurnar Ræst, sum er í Nýggjustovu, og Roks, sum er í Fútastovu, í Gongini í Havn, so errin skrúva upp eyðkendu reyðu skeltini frá Michelin Guide'ini, sum vísa, at heimskenda guide'in viðmælir hesar matstovur.
Á Ræst, har Sebastian Jminez og Karin Visth eru á odda, brúka tey føroyska siðvenju greipaða saman við ráki úr meksikanskari matmentan. Ræst hevur eina matskrá við 14 rættum.
Ræst er opið í september mánað aftrat og letur aftur 30. september. Latið verður uppaftur 27. mars í 2024.
##med2##
Roks, sum er í Fútastovu, er tann meira skemtiliga ella meira avslappað við fiski, skeljadjórum og einum fjølbroyttum glaskorti við víni í miðdeplinum. Her ber til at velja millum tvær ymiskar matskráir: »Ikki roksa« og »Vit fara til stroks við ROKS«.
Poul Andrias er høvuðskokkur og Karin Visth er matstovuleiðari.
ROKS er opið til 29. oktobur; síðani letur matstovan aftur í nakrar mánaðir, og letur so upp aftur 6. mars í 2024.
##med3##
Umframt viðmæli, sum hesar báðar matstovurnar hava, so hevur matstovan Koks, sum Gist & Vist eisini eigur, tvær Michelin stjørnur.
Hevur ein matstova fingið viðmælið, so er næsta stigið ein stjørna, um tey megna at lyfta støðið eitt sindur meira.
##med4##















