Ræðumyndir

6. mia. kr. hongdar um hálsin á føroyingum

“At hongja eina skuld uppá omanfyri 6 milliardir um hálsin á fýratifimmtúsund sálum, er verri enn ein dáragerð, og kann illa fáa nakað annað skoðsmál”.

Soleiðis byrjar Sofus Olsen, sáli og fyrrverandi grannskoðari sína frágreiðing til nevnina sum kannaði 1980- árini.

Nú vit síggja hvussu virðingin fyri lógum og reglum áhaldandi verður undirgrivin og niðurbrotin av politisku skipanini, við eini álitisváttan fyri og aðrari eftir til landsstýrismenn, sum grovliga hava forbrotið seg móti landsins lógum, so kundi tað verið áhugavert bara at tikið nøkur fá dømir fram frá áttatiárunum, sum hvør í sínum lag prógva tað skelkandi ábyrgdarloysi og fullkomnu vanvirðing fyri landsins lógin, sum endaði við, at alt samfelagið fór í smildur, og umleið 7.000 fólk ella 15 % av samlaða fólkatalinum mátti ríma av landinum av berari neyð og fátækradømi. 

 

Landsstýrismálanevndin sveik

Nevndin sum varð sett at kanna áttatiárini byrjar sína frágreiðing við, at vísa á at eftirlitið við politisku skipanini als ikki virkaði, og hevði somu grundleggjandi veikleikar, sum í dag.

Sagt verður, at Landsstýrismálanevndin burdi og átti at havt eftirlit við um Landsstýrið, sum minsta mark fylgdi landsins lógum, og gav einstøkunu málunum eins viðgerð, so munur ikki var gjørdur millum borgarar landsins.

Hetta gjørdi landsstýrismálanevndin ikki. Eins og í dag gjørdi meirilutin stutt av, og styðjaði treytaleyst Landsstýrið, meðan viðmerkingarnar frá minni-lutanum oftast vóru meira politiskar enn sakligar – t.v.s . ongin saklig viðgerð, men júst svarandi til tað vit eru vitni til í hesum døgum - bara ein uppgerð millum samgongu og andstøðu.

 

Ongin eginpeningur

Øll kenna søguna um vantandi eginpening, og ikki minst hægstamarkið uppá 50 mio kr. fyri veðhaldum samb. LL. nr. 13 frá 2. mai 1967, og at politiski myndugleikin sá stórt uppá hetta lógarkrav við tí úrslitið, at skattaborgarin mátti bløða fyri ólóglig effektiv veðhald uppá nærum 2. mia kr., uttan at nakar politiskur myndugleiki bleiv drigin til svars fyri ábyrgdarloysi.

Um eginpening hevur t.d. Kristoffer Thomasen, fulltrúi í landsstýrinum greitt soleiðis frá:.

Tað var t.d. ikki vanligt, at eginpeningurin var til staðar, tá umsóknir vóru sendar landsstýrinum.

Heldur ikki hevði hann fingið váttanina um eginpening, tá veðhaldini vóru undirskrivað.

 

Serlán hóast ongin vón fyri framhaldandi rakstri

Lóg nr. 41/1988 um serlán til fiskifør er eisini gott dømi um sokallaðan politiskan kriminalitet. Endamálið við lógini var at hjálpa skipum, sum vóru komin í fíggjarliga trongstøðu av broyttu fortreytunum um at reka fiskiskap. Samb. hesi lóg fingu 67 skip útgoldið heilar 125 mio kr. í tíðarskeiðinum 1989-1991.

Staðfest var, at týðandi upplýsingar ofta vantaðu í samband við málsviðgerðina hjá serlánsnevndini, grannskoður roknskapur var ofta ikki hjálagdur, rakstrarætlanirnar vóru órealistiskar, ongin próvførsla var um eginpening, og hóast serlánsnevndin gjørdi vart við, at “ongin vón” var fyri framhaldandi rakstri, so vóru serlánini veitt álíkavæl.

Samlaðu láns- stuðuls-og veðhaldsútreiðslurnar til vinnulívið bara í áttatiárunum eru uppgjørdar til góðar 6 mia kr., uttan at henda ovurstóra upphædd er komin samfelagnum til gagns. Tvørturímóti verður staðfest, at stuðulin hevur avlagað vinnuliga  virksemi, og forðað fyri, at peningur, vøru- fólka- og annað tilfeingi er nýtt á burðardyggan hátt.

 

Samanvavstur av endurnýggjan og upphøgging

Um eitt seinasta dømi hesuferð kann verða nevnt, at úr grunninum til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum vóru veittar ikki minni enn 324 kr. mio í stuðli út landskassanum, samstundis sum tað í hinum endanum var veittur ein  stuðul til skipaupphøgging  uppá 274 mio kr., enntá til hesi somu skip, sum áður høvdu verið “endurnýggjað”við almennum stuðli. Hildið verður, at einasta endamálið við almenna stuðlinum var at hjálpa einstøkum feløgum, peningastovnum og einstaklingum burturúr fíggjarligum trupuleikum, sum teir sjálvir høvdu ábyrgd av, og ikki føroyski skattgjaldarin.

 

Dømikraft og ábyrgdarkensla svíkir!

Atli Dam sigur í síni frágreiðing, at onki lógarverk roynist betri enn tann manning, sum skal virka innan fyri karmarnar av hesum sama lógarverki.

Tað er so satt sum tað er sagt, og tað er júst hetta vandatekin, sum vit síggja í hesi løtu, har bæði ábyrgdarkensla og dømikraft hjá teimum ráðandi enn einaferð svíkir so dyggiliga, og har ein álitisváttan fyri og onnur eftir verður givin teimum, sum enntá tilvitað undirgrava landsins lógir.

(Framhald)!

Bjørn á Heygum