Í morgin skipar felagið hjá búskafrøðingum og løgfrøðingum, BLF, fyri eini fyrisitingarráðstevnu, ið eftir ætlan verður eitt afturvendandi BLF-tiltak, sum hevur til endamáls at viðgera evni, ið hava áhuga og týdning fyri føroysku fyrisitingina.
Fyrsta tiltakið verður í morgin klokkan 08.30-13.00 í Norðurlandahúsinum, har evnið verður Samspælið millum embætisverkið og politisku skipanina.
Skrá:
08.15 Dyrnar lata upp
08.30 BLF bjóðar vælkomin
08.35 John Rajani, løgmansstjóri, setur ráðstevnuna
08.45 Jóanna Djurhuus, ráðgevi, ið hevur verið við til at framleiða bóklingin “Leiðreglur fyri embætisfólk í landsfyrisitingini” :
Tað góða embætisfólkið
09.05 Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari :
Sambandið millum (rættar)politikk og fakligheit í eini transformativari politiskari skipan
09.25 Bo Smith, fyrrv. aðalstjóri í donsku miðfyrisitingini og formaður í sonevnda Bo Smith-udvalget, ið útgav frágreiðingina "Embedsmanden i det moderne folkestyre" :
Hugleiðingar um avleiðingarnar fyri samspælið millum donsku fyrisitingina og politisku skipanina av ríkisrættarmálinum móti Inger Støjberg og niðurstøðunum hjá Minkkommissiónini
10.00 Kaffisteðgur
10.15 Annika Olsen, fyrrv. landsstýrisfólk og borgarstjóri :
Hvat væntar politiska skipanina av embætisverkinum
10.35 Marjun Hanusardóttir, fyrrv. løgmansstjóri :
At tryggja haldgott grundarlag og gera hugskot til veruleika
10.55 Pallborðskjak
12.00 Tiltakið endar
BLF skrivar, at hugskotið til tiltakið er sprottið úr samstarvi millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Fróðskaparsetrið, Lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni, Føroya Kærustovn, Felagið Lóg og Løgtingsins Umboðsmann og við íblástri frá Djøfs Forvaltningskonference.