Ráðstevna setur 2018-spurningin á breddan

Tilvildarlig mynd

4. apríl skipa Fróðskaparsetrið, Havstovan og Norðurlandahúsið fyri stórari ráðstevnu, har sjøtul verður settur á almenna orðaskiftið um, hvussu rættindini til fiskatilfeingið skulu skipast frá 1. januar 2018


Tað er Fróðskaparsetrið, ið hevur tikið stig til ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum. Drívmegin er Lau Blaxekjær, sum dagliga virkar á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann stendur fyri West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management.


Hann vísir á, at umsiting av náttúrutilfeingi er ein politiskur spurningur um allan heimin. Londini í Útnorði hava ta avbjóðing, at fiskivinnan hevur serliga stóran týdning í búskapinum. Umsiting av fiskatilfeingi hevur í hvussu er tveir høvuðstættir.


- Talan er um livandi tilfeingi, ið kann endurnýggjast ella oyðast. Tí er umráðandi, at tilfeingið verður umsitið burðardygt, t.v.s. at royndin ikki verður harðari enn at fiskastovnarnir megna at endurnýggja seg, vísir Blaxekjær á.


Hin høvuðstátturin er spurningurin um, hvussu tað slepst fram at fiskirættindum. Tann tíðin, tá ið havið var víðopið og fiskiskapur fríur, er farin, og aftrat hesum kemur, at tøkniliga menningin innan fiskiveiði hevur verið ógvuslig.


- Hetta umskiftið hevur havt við sær, at tað er ein framíhjárættur at hava fiskirættindi. Men hvussu skal tað gerast av, hvør skal hava henda framíhjárætt: Hvussu skulu tey sleppa framat? Hvussu leingi skulu tey hava rættindini? Hvussu (nógv) skulu tey rinda fyri hesi rættindi? Spurningarnir eru nógvir, sigur Lau Blaxekjær og vísir á heita orðaskiftið, sum hevur verið um evnið í Føroyum.


Við ársenda í 2017 ganga verandi fiskirættindi út, og Lau Blaxekjær heldur, at tað er umráðandi við einum einum upplýstum og upplýsandi orðaskifti í sambandi við umskiftið til eina nýggja fiskivinnuskipan.


- Vit hava lagt okkum eftir at fyriskipa eina ráðstevnu, sum á fakligum grundarlagi lýsir bæði tann lívfrøðiliga partin um tilfeingið og tann samfelagsliga partin um atgongd til rættindi; eina ráðstevnu sum gevur áhugaumboðum høvi at bera fram síni sjónarmið; og eina ráðstevnu, sum gevur øllum áhugaðum møguleika fyri at spyrja og kjakast opið um eina komandi fiskivinnunýskipan, sigur Lau Blaxekjær.


Hann heldur, at tað er einki meira enn sjálvsagt, at øll fáa høvið at vera við í hesum orðaskifti, tí vit eru øll tengd at fiskivinnuni.


- Fiskiskapur og tær vinnur, sum eru tengdar honum, eru nógv størsti parturin av føroyska búskapinum, so livilíkindini hjá okkum øllum eru í størri og minni mun heft at, hvussu gongst í fiskivinnuni. Óundansleppandi samband er eisini millum fiskivinnuna og føroyskan samleika og politiska valdið í samfelagnum, sigur Lau Blaxkjær at enda.


Ráðstevnan verður allan dagin 4. apríl - byrjar kl. 9.00 og endar kl. 16.30. 

Tilvildarlig mynd