Fríggjadagin 1. juni kl. 14 fer nýggja útvarpssendingin “Radius” hjá Kringvarpi Føroya í luftina. Radius er ein summarsending, sum verður týsdag til fríggjadag frá kl. 14-16. Vertir í sendingini eru: Elin í Stórustovu, Solby A.Eliasen, Fróði Løkságarð Rúni Jákupsson og Heini í Skorini.
Í sendingini verður dentur lagdur á nýggjan tónleik og tættir um tónleik. Einaferð um vikuna verður evnið “dilemma”, har lurtarar fáa møgleika at senda inn spurningar viðvíkjandi tvístøðum tey eru í og onnur evni har eitt panel, mannað við fýra fólkum,
viðgerð tað ávísa evnið.
Ein av tættunum er “Undir fýra eygum”, har mótspælarar ella kappingarneytar kjakast um ymiskt. Talan er um lætt kjak, har plass eisini er fyri speisemi, siga vertirnir.
Sendingin Radius verður vanliga send frá studie í útvarpinum, men kann verða hvar sum helst í landinum. Sendingin kemur eisini at dekka festivalar og stevnur kring landið.