Ólavur í Beiti
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Hergeir Nielsen, at besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.
? Í 1990 varð ein rakstraravtala skrivað undir millum Telestyrelsen og TFL um, at TFL skuldi átaka sær raksturin av Radioeftirlitinum í Føroyum. Samsvarandi hesi avtalu varð so Radioeftirlitið (RE) stovnað sum deild undir TFL.
? Tá Radioeftirlitið eisini skuldi hava eftirlit við TFL (Føroya Tele), var hesi skipan ikki langt lív lagað, og kom hon tí 1. januar 1999 undir Fjarskiftiseftirlitið. Víðari verður upplýst í fíggjarlógini fyri 1999, at eftir ætlan skal radioeftirlitið leggjast saman við Fjarskiftiseftirlitinum pr. 1. januar 2000, men at henda samanlegging ongan týdning hevur fyri nettoúrslitið hjá Fjarskiftiseftirlitinum, tí at inntøkur og útreiðslur vaksa samsvarandi hjá hesum báðum inntøkufíggjaðu stovnum.
Danir fáa vinningin
? Radioeftirlitið, sum er brúkarafíggjað, verður rikið við lutfalsliga stórum vinningi, sum danir fáa. Talan er um ein triðing av rakstrarúrslitinum, sum so eisini merkir, at brúkarin rindar hetta meiri, enn neyðugt er. Til sammetingar kann nevnast, at danska Telestyrelsen verður rikin við stórum halli.
? Tekniska menningin ger, at størvini og stationerað arbeiðsplássið eins væl kunnu liggja í Suðuroynni sum í Havnini. Eftirlitsvirksemið er soleiðis háttað, at Radioeftirlitið fer út til viðskiftafólkini antin eftir avtalu ella uttan fráboðan, og elektronisku samskiftismøguleikarnir eru so framkomnir, at eftirlitið kann virka, hvaðani í landinum tað skal vera.
? Vísandi til, at danir ikki leggja seg út í hetta mál, sum nú er ávegis til føroyskar myndugleikar, kann sigast, at Radioeftirlitið kann flytast til Suðuroyar uttan drál. Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður tí spurdur, um hann samsvarandi frammanfyri nevnda kann taka ein part av tí setningi, hann umsitur samgongunnar vegna, til sín, og í álvara at fara undir at menna og skapa trivnað í útjaðaranum, sigur Hegeir Nielsen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.










