Fríggjadagin var vermóðir forsætisráðharrans, Bergljót av Skarði, gestur í útvarpssendingini hjá Øssuri Winthereig, »Afturáaftur« í Kringvarpinum. Hon segði millum annað, at hon ikki tosar um poltikk við versonin hjá sær, Lars Løkke Rasmussen.
Les eisini: Lars Løkke tosar ikki politikk við vermóður
Hendan samrøðan varð við í viðgerð í Fólkatinginum týsdagin, tá Magni Arge, fólkatingsmaður, setti forsætisráðharranum fyrispurning um uttanríkispolitisku heimildarlógiarnar. Hann helt tað vera spell, at Bergljót av Skarði ikki tosar politikk við versonin:
– Det synes jeg er beklageligt, fordi hun er en meget klog kvinde, så jeg vil anbefalde statsministeren at tale mere politik med sin svigermor i fremtiden, vóru ráðini frá Magna Arge.
Forsætisráðharrin takkaði fyri ráðini, sum hann »tog som en opfordring og ikke som noget spørgsmål...«
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videobrotið.