Felagið Raclip hevur fingið umboð uppá Vaddio vørur í Føroyum. Vaddio er eitt amerikanskt felag, ið framleiðir videotøkni til øll hugsandi endamál - eitt nú fjarstýrd robotkamera, videotelesamskifti,
konferansu-tøkni og sjálvvirkandi videotøkni til fyrilestrahaldarar. Vørurnar frá Vaddio er serliga ætlaðar stovnum og feløgum, ið hava tørv á samskiftisútgerð, sum er løtt at brúka, men sum samstundis hevur hópin av møguleikum.
Eitt nú kann tøknin frá Vaddio nýta eina og hvørja whiteboard talvu sum videokeldu, og Vaddio hevur eisini ymsar sjálvvirkandi
kameraloysnir, har neyðugt ikki er at hava ein teknikkara at ansa útgerðini.
Raclip hevur veitt fyrstu skipanina av hesum slag í Føroyum til samkomuna Kelduna í
Skálafirði. Samkoman hevur fingið eina skipan við trimum robot-kameraum, ið verða nýtt til beinleiðis sendingar hvønn sunnudag.
Raclip var stovnsett 1. januar 2010 av Alvin Ellebye Andersen og Hanus Jacobsen, sum eisini mynda felagið í dag. Afturat sær hava teir eina røð av freelance fólki.