Þóra gloymdi samleikaprógvið

Þóra Arnórsdóttir, sum er eitt av valevnunum á forsetavalinum í Íslandi í dag, hevði einki samleikaprógv uppi á sær, tá hon kom í valhølið á Hafnarfirði í dag at greiða atkvøðu. Þóra (myndin) slapp tó undan at fara til hús eftir einum samleikaprógvi, tí tá trý starvsfólk hjá valstýrinum kundu vátta, hvør hon var, slapp hon inn í klivan at atkvøða.

Stutt frammanundan hevði verandi forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, verið í Álftanesskúlanum og atkvøtt.

Tað er gott valveður um alt Ísland í dag, men enn ber ikki til at siga, um tað elvir til størri valluttøku. Hinvegin eru brævatkvøðurnar rættiliga nógvar hesaferð.

Meiningakanningar hava víst, at Ólafur Ragnar Grímsson verður afturvaldur.