Øll mál, sum viðkoma høvuðsstaðnum, skulu viðgerast í býráðnum í Havn, áðrenn Kommunusamskipanin kann taka tey upp.
Tað heldur Heðin Mortensen, býráðslimur, sum saman við hinum býráðslimunum í Sambandsflokkinum kravdi eyka býráðsfund í Havn fyri góðari viku síðani. Orsøkin var, at tað var komið fram í eini tíðindasending í Sjónvarpi Føroya, at Kommunusamskipanin hevði tosað um framtíðina hjá SEV.
Hetta kundi Sambandsflokkurin ikki góðtaka og kravdi ein eyka býráðsfund um málið.
Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at býráðslimirnir í Havn lupu fram av, tí einki ítøkiligt var í tíðindunum í SEV. Býraðsformenninir høvdu bara tosa eitt sindur um SEV.
Sett upp á pláss
- Fyri okkum var hetta ein prinsippmál, tí vit ynskja ikki, at Kommunusamskipanin skal gerast eitt omanfyristandandi býráð, sum viðger mál, sum býráðslimir í Havn einki kenna til, sigur Heðin Mortensen.
- Býráðið í Havn skal fyrst viðgera mál, sum viðkoma Havnini, áðrenn Kommunusamskipanin tekur tey upp. Tað var tað, sum vit vildu staðfesta við hesum málinum. Vit fingu ein eykabýráðsfund, har málið var umrøtt, og síðani eru eingir trupulleikar hjá Kommunusamskipanini at hyggja nærri at SEV.
- Tað er bara av týdningi, at raðfylgjan er røtt, og at býráðið í Havn veit um mál, sum Kommunusamskipanin ætlar sær at viðgera, og tað vóna vit, at vit hava sett upp á pláss við hesum, sigur Heðin Mortensen.