Bygdaráðið í Sunda kommunu hevur gjørt av at raðfesta undirvísingina í barnaskúlanum sera ovarliga, og í hesum sambandi fáa allir lærarar við barnaskúlarnar í kommununi eina teldu Í Sunda kommunu ganga teey høgt upp í undirvísingina og skúlagongdina í fólkaskúlanum. Og bygdaráðið ynskir at skapa teir bestu karmarnar fyri skúlan
Vit hava trý tey seinastu árini sett 250.000 krónur av til telduútbúna til teir seks barnaskúlarnar í kommununi, og komandi ár verða 300.000 krónur settar av til endamálið. Og tá hava vit útvegað øllum børnum í okkara barnaskúlum teldur, eins og lærararnir eisini fáa hvør sína, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Ynski er at skapa fortreytir við barnaskúlarnar í kommununi soleiðis, at lærarar veruliga merkja, at økið verður høgt raðfest.
Hetta fer vónandi at síggjast aftur í áhuganum at søkja um starv í okkara barnaskúlum, sigur Heðin Zachariasen.
Kommunan setur harumframt eisini av 4.700 krónur til hvønn næming í størru skúlunum og 7.000 krónur til næmingarnar í Tjørnuvík og við Gjógv.
Hetta eru pengar, sum skúlaleiðarin hevur ræði á og frítt kann nýta sum viðkomandi finnur fyri best, sjálvandi innanfyri teir karmar, sum settir verða, ítøkiliga at hetta skal hava samband við undirvísingina. Vit meta, at hetta er ein góð skipan, sum gevur lærarunum størri ábyrgd og økir um áhugan hjá teimum fyri starvinum, sigur Heðin zachariasen.
Borgarstjórin sigur, at ábyrgdarbýtið er tvídeilt millum land og kommunur, og at tað altíð er óheppi, men hann sigur samstundis, at teir altíð vilja finnast í fremstu røð, eisini tá tað kemur til fysisku karmarnar um undirvísingina. Soleiðis er kommunan í løtuni í holt við at byggja ein nýggjan skúla í Hósvík, sum skal tanda klárur til skúlabyrjan skúlaárið 2008-09.
Í kommununi eru seks barnaskúlan, teir eru í Tjørnuvík, á Oyrabakka, í Hósvík, Haldórsvík, Hvalvík og við Gjógv.









