Raðfesta gamlar skúlar í kommununi

- Vit raðfesta, at gomlu skúlarnir skulu setast í stand í ár, siga tey í Sunda kommunu.

Í góðveðrinum í gjár varð takið í skúlanum við Gjógv skift, og skúlin hevur nú fingið flagtekju. Tað vóru umsjónarmenn hjá kommununi, sum gjørdu arbeiðið. Seinni í ár fær skúlin eisini nýggj vindeygu.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at gomlu skúlarnir skulu raðfestast og setast í stand í ár.

 

- Umframt skúlan við Gjógv, hava gomlu skúlarnir í Haldarsvík og Tjørnuvík eisini fingið nýggjar tekjur, siga tey í Sunda kommunu.