Raðfesta bleytu virðini

Føroyar í altjóðagerðini, búskaparstýring, umhvørvi og bleytu virðini. Tað eru hesi punkt, Sambandsflokkurin fer at leggja dent á í valstríðnum

Trivnaður, livikor og útbúgving skulu raðfestast hægri enn asfalt og betong. Tí skulu ung og lesandi hava munandi betri umstøður. Skúlar skulu dagførast og útbúgvingarstøðið skal hækkast. Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri. Eldraøkið og tey veiku í samfelagnum skulu eisini raðfestast hægri.

Soleiðis sigur flokkurin um bleytu virðini, sum eins og hjá hinum flokkunum verður raðfest høgt.

Men Sambandsflokkurin stílar eisini høgt, tá tað um umhvørvið ræður. Kyoto-sáttmálin skal staðfestast og CO2 útlátið skal minkast munandi, eisini í skipaflotanum. Flokkurin umhugsar eisini, hvussu hann kann stuðla upp undir og eggja fólki til at skifta til meiri umhvørvisvinarliga orku, eitt nú sólorku ella hitapumpu.

Flokkurin hevur umsitið búskaparmál í farnu samgongu, og boðskapurin frá teimum er, at tað stendur ógvuliga væl til fíggjarliga í landinum. Allir kassar eru fullir, og skuldin hjá bæði landi og kommunum er metlág. Men neyðugt er við búskaparstýring, skal vælferðin framhaldandi vaksa.

Og sum seinasta punkt ætlar flokkurin at kanna ES-spurningin nærri, tí mett verður, at møguleikarnir inni í ES eru munandi størri enn við at standa uttanfyri. Og hetta fer Sambandsflokkurin so til val uppá.