Vektin var 95 pund, og hvørt hetta er met, siga teir seg ikki vita, men teir siga seg ikki hava hoyrt um nakað krov, ið vigar meira.
Ærin hevur gingið í Neslíð, ið er millum Vág og Nes.
- Um nakar veit um betri vekt, so hevði verið stuttligt at frætt, siga flettingarmenninir í Vági.
Johnny Laoretti í Vági átti ærina.