Ræðusøga í myndum

Bókadeildin gevur nú út eitt serlig slag av ræðusøgu til ung, sum eisini er ætlað teimum, sum ikki tíma so væl at lesa

Sum nakað nýtt gevur Bókadeildin nú út eina sokallaða ‘graphic novel’, ið er eitt eitt bland av skaldsøgu og teknirøð, har tað ofta eru myndirnar, ið bera søguna.
Talan er um kendu ungdómsbókina Dagar eg havi gloymt, ið flytir seg millum tankar og veruleika á ein hátt, har lesarin sjálvur má gera av, hvat er hent í veruleikanum.
Tað ræðuligasta
Bókin snýr seg um dagar, tú átti at minst, men ikki vil minnast. 15 ára gamli David droymir um at spæla í einum rock-bólki, helst AC/DC, og sum rock-stjørna hevur man ikki brúk fyri eini dámu, sum hann sigur.
Men David verður forelskaður í Lisu, og tað er vinmaðurin Tom eisini. Haðani fer bókin fram tað summarið, tá alt tað besta og tað ringasta hendir i senn. Saman við vinfólkunum fara tey inn í skógin, har tey drekka, lúgva og reypa. Tað byrjar væl, men sum summarið líður, hendir nakað avgerandi, sum spreiðir ótryggleika og ræðslu.
Dagar eg havi gloymt er søgd út frá tankunum hjá David. Tú veist frá fyrstu síðu, at okkurt er heilt galið og sum frá líður bendir alt á, at ein ræðulig hending er farin fram. Hví er Lisa knappliga horvin?Spakuliga gongur tað upp fyri lesararnum, hvat tað er, David ikki vil minnast, men tá er kanska tað ræðuligasta longu hent.
Lítið av teksti er í bókini, men myndirnar eru beiskar og ráar. Tí er hetta eisini ein bók til tannáringar, sum ikki tíma serliga væl at lesa bøkur.

Arne Svingen hevur skrivað bókina. Mikael Nogushi myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi.