Ræður um at vera við har tað hendir

- Eg ivist ikki í, at luttøkan á heimsins størstu matvøruframsýnig í Brússel hesaferð hevur verið nakað serligt fyri føroysku framsýnararnar, nú bæði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og onnur umboð fyri politisku myndugleikarnar og fiskivinnuráðgevingina vóru við. Tað er positivt, at vinna og myndugleikar kunnu tosa saman og fylgja hvørjum øðrum undir heilt øðrum umstøðum enn her heima, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni

Tað var Menningarstovan saman vit føroysku framsýnarunum á stóru matvøruframsýningini í Brússel, European Seafood Exposition 2005 (ESE), ið skipaðu fyri føroysku luttøkuni á einum føroyskum felagsbási.
Føroysku fyritøkurnar á framsýningini vóru United Seafood, Faore Seafood, Kósin, PRG (fiskavirkið í Gøtu), Landshandilin, Farex, Fram (føroyskur saltfiskur), Smyril Line, Faroe Ship, Kovin og Nevið Fiskaeksport.
- Í roynd og veru eru tað fyritøkurnar sjálvar, sum skipa fyri luttøkuni, men tað eru vit, sum standa fyri básinum og hava havt ta samskipandi uppgávuna, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni
Menningarstovan hevur havt trý fólk í Brússel, sum hava hjálpt til, men Kjartan hevur ikki verið við hesaferð.
Hann sigur, at talið av føroyskum luttakarum á matvøruframsýningini í Brússel hesaferð var á leið tað sama, sum tað hevur verið undanfarin ár.
- Talið skiftir eitt sindur, men teir, sum vóru nýggir í ár, eru Kovin úr Sandavági, sum niðursjóvar eitt nú rækjur, rogn, livur og paté?ir.
Sambært stjóranum á Kovanum, Ari Thomasen, er hann væl nøgdur við luttøkuna og sigur, at ítøkiligir sáttmálar eru komnir burtur úr í Brússel.

Myndugleikar við
Ofta hevur verið havt á munni, hví føroyskir myndugleikar ikki eru við, tá ið føroyskar fyritøkur luttaka á altjóða fiskivinnuframsýningum úti í heimi. Aðrar tjóðir plaga í so máta at vísa ?andlit? við, at onkur umboðandi stjórnina kemur framvið ? ella er við - á básinum. Men hetta hevur haltað hjá føroyskum myndugleikum.
Á matvøruframsýningini í Brússel hesaferð var tó øðrvísið.
- Vit hava í ár fingið umboð fyri okkara myndugleikar at verða við, og vit ivast onga løtu í, at hetta hevur sett sín serstaka dám á luttøkuna hesaferð, sigur Kjartan Kristiansen.
Úr Fiskimálaráðnum hava eitt nú landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø og Herálvur Joensen, stjóri í Fiskimálaráðnum, verið við. Aftrat sær hava tey havt umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna, eitt nú Eilif Gaard og Mourits Mohr Joensen, umframt Maritu Rasmussen, samskipara á fiskivinnugranskingini.
Í Brússel hava almennu føroysku umboðini lagt fram áhugaverd úrslit frá føroyskari gransking, har dentur hevur verið lagdur á at kunna um granskingarúrslit, sum eru viðkomandi fyri føroysku fyritøkurnar og teirra samstarvsfelagar. Víst hevur verið á, hvat vit í Føroyum gera fyri at tryggja skynsama nýtslu av okkara tilfeingi.
Kjartan Kristiansen sigur, at mikudagin, 27. apríl, var Bjørn Kalsø vertur við móttøku á føroyska básinum, har Eivør Pálsdóttir eisini sang.
Sum skilst, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, eisini verið framvið á føroyska básinum og hevur heilsað upp á føroysku luttakararnar. Bjarni hevur ikki verið beinleiðis partur av føroysku luttøkuni, men var staddur um hesar leiðir, nú velduga stóra matvøruframsýningin var í Brússel.
Kjartan Kristiansen sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt á sínum fólkum í Brússel, hevur alt gingið ógvuliga væl hjá føroysku luttakarunum, og tey eru væl nøgd við framsýningina og tað, sum komið er burtur úr.
Føroyska ferðalagið fór niður til Brússel við Atlantsflogi og kom ætlandi heimaftur í gjárkvøldi.

Ikki saknur, men?
Stjórin á Menningarstovuni heldur ikki, at saknur sum so hevur verið í, at føroyskir myndugleikar ikki hava verið við á slíkum fiskivinnuframsýningum áður, tí vinna og fyriskiparar hava ikki verið von við annað enn, at myndugleikarnir ikki vóru við.
- Men eg ivist onga løtu í, at luttøkan hesaferð hevur verið nakað serligt fyri føroysku framsýnarnar, nú bæði landsstýrismaðurin og onnur umboð fyri politisku myndugleikarnar og fiskivinnugranskingina vóru við.
Kjartan sigur, at vanligt hevur ikki verið í so máta at gera nakað serligt burtur úr føroyska básinum í Brússel, men eitt árið var glasbingjan hjá Tróndi Paturssyni við, og eitt annað ár málningar hjá Kára Svensson.
- Eg haldi, at politisku myndugleikarnir saktans kunnu fáa nakað burtur úr við at síggja, hvørjir samstarvsfelagnir hjá føroyskum vinnulívi eru ? og hvørjir kappingarneytarnir eru.
Hann heldur, at tað eisini er positivt, at vinna og myndugleikar kunnu tosa saman undir heilt øðrum umstøðum enn heima, tá ið tað nógva snýr seg um tey altuellu málini, sum nú einaferð eru uppi.
- Ein slík vitjan, har vinna og myndugleikar hittast úti í heimi, er eitt gott høvi til at tosa um onnur viðurskifti enn eitt nú fiskidagaskipan, russarafisk, hjáveiði ? ella hvat tað nú kann vera, sum er frammi í dagsins kjaki.
Kjartan vísir á, at umboð fyri okkara myndugleikar vanliga eru við, tá ið oljuráðstevnur eru, og hann ásannar, at hetta setir sín serliga dám á føroysku luttøkuna.
- Tað er einki forgjørt í, at vinnulívið følir, at politiski myndugleikin hevur áhuga í tí, sum vinnan fæst við.
Stjórin á Menningarstovuni heldur, at hóast politiski myndugleikin ikki beinleiðis hevur verið saknaður á fiskivinnuframsýningum áður, so verður tað øðrvísi næstu ferð, um myndugleikin tá ikki verður við aftur.
- So, eg vóni, at hetta átak at hava myndugleikarnar við til slíkar fiskivinnuframsýningar verður afturvendandi, sigur Kjartan Kristiansen, sum er sanførdur um, at hetta hevur stóran positivan týdning fyri føroysku luttøkuna ? og helst eisini fyri politisku myndugleikarnar.
Hann vísir á tvey gomul føroysk orðatøk, har annað sigur, at ?heima situr svøltandi kráka? og hitt, at ?hann, ið ikki rør, einki fiskar??
- Tað ræður um at verða við, har tað hendir, sigur Kjartan Kristiansen at enda.