Ræður um at finna rætta huglagið

- Jinglur kunnu vera ótrúliga stuttligar og spennandi at gera. Størsta fyritreytin fyri, at tað eydnast, er at tú onkursvegna fangar og skilir, hvat móttakarin fegin vil, at tónleikurin skal boða og innihalda, sigur Niclas Johannesnen, ið hevur gjørt nýtt ljóð til Rás2

Mánadagin fór Rás2 í luftina við nýggjum konsepti. Ein partur av dagføringini var, at Rás2 hevur fingið nýtt ljóð. Nýggjar jinglur eru gjørdar til sendiflatuna, og gomlu jinglurnar, sum hava tænt fyri seg, eru lagdar til viks.
Áður hevur Rás2 fingið sínar jinglur framleiddar í bæði London og Keypmannahavn, men hesaferð varð leitað heim at framleiða nýggju jinglurnar.
Tónleikarin og framleiðarin Niclas Johannesen hevur staðið fyri framleiðsluni.
- Jinglur kunnu vera ótrúliga stuttligar og spennandi at gera. Størsta fyritreytin fyri, at tað eydnast, er at tú onkursvegna fangar og skilir, hvat móttakarin – í hesum føri Rás 2 – fegin vil, at tónleikurin skal boða og innihalda, sigur Niclas Johannesen.
- Sostatt er tað týðandi at finna fram til, hvørjar tankar móttakarin hevur gjørt sær um stíl, huglag, tempo, ljóðmynd og so framvegis, áðrenn farið verður í gongd. Jú betri fatan móttakarin hevur av, hvat tað er hann ella hon vilja hava, tess lættari er tað hjá mær at arbeiða meg fram til eitt úrslit, ið báðir partar vónandi kunnu vera glaðir fyri, sigur hann.

Koyra bara á
Arbeiðið at gea sjálvar jinglurnar fer ikki í gongd, fyrr enn Niclas hevur eina fatan av, hvat kundin vil hava.
- Tá komið er hartil, verður skrivað og innspælt intuitiv og óanalytisk. Vit koyra bara á í fulldrøn, inntil okkurt er, ið ljóðar av onkrum, sum eg haldi, at onnur eiga at sleppa at hoyra. Eru fólk positiv, er tað sum oftast ein spurningur um at gera onkrar smærri rættingar. Kanska vit skulu hava meiri buldur ella eina eitt sindur døkkar kenslu, minni guitar og so víðari, sigur Niclas Johannesen.
- Er móttakarin hinvegin ivasamur, er oftast líka so lætt at byrja heilt av nýggjum, heldur enn at royna at pjøssa upp á eitt hugskot, sum kanska ongantíð av álvara fer at raka plett, sigur hann.
Nýggju jinglurnar hjá Niclasi Johannesen kunnu hoyrast hvønn dag á Rás2.