Mangan verður ført fram frá høgravonginum, at hugurin at arbeiða verður avmarkaður í einum sterkum vælferðarsamfelag, har vit rinda lutfalsliga nógv í felagskassan. Men vit síggja nú um dagarnar aftur hagtøl frá Hagstovuni, ið gera pástandinum hjá høgravonginum til skammar. Ræðumyndirnar halda ikki. Tí hóast høgan skatt, samanborið við onnur lond, hava vit størstu arbeiðarafjøldina í prosentum. Vit kunnu frøast um, at føroyska vælferðarskipanin er tann skipan í Europa, har flest fólk eru til arbeiðis.
Sosialdemokratiska javnaðarhugsjónin byggir á trípartasamspælið millum arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og landið. Arbeiðsgevarar og løntakarar skipa síni viðurskifti á lønar- og arbeiðsmarknaðinum. Vit rinda skatt, og landið tryggjar borgarum og vinnu góð virðilig kor fyri hendan pening. Hetta er grundhugsjónin í vælferðarskipanini. Ein skipan, ið byggir á felagsskapin, ein skipan, sum loftar, tá lívið bjóðar av, og ein skipan, ið krevur rímiliga høgan skatt, tá einum eydnast at ríða á aldukambinum.
Vælferðarskipanin tryggjar dygd og trivnað á arbeiðsplássunum. Hon tryggjar tey eldru, ið hava lagt virknasta partin av arbeiðslívinum aftur um seg. Hon tryggjar familjurnar, framtíðina og ungdómin við góðum ókeypis útbúgvingum. Hon tryggjar tey, ið snáva, tey, ið sjúk eru o.s.fr. Men vælferðarskipanin skal altíð røkjast. Tá skipanir slítast av tíðartonn og verða óneyvar krevst dirvi at umskipa. Tá avbjóðingar stinga seg upp, krevst vilji og hegni at lofta.
Hetta samgonguskeiðið hava vit gjørt batar á vælferðarskipanina. Barnafamiljur hava fingið betri kor, lesandi fleiri útbúgvingarmøguleikar og hægri studning. Pensjónskipanin er styrkt við á leið 18.000 krónum árliga fyri hvønn pensjónist. Hugsjónin hevur sum aðalmál, at alt fólki í vælferðarsamfelagnum skal hava fíggjarligt frælsi. Nøktandi kor at fáa endarnar at røkka saman. Tí er skattalætti givin til lág og miðallønt í hesum samgonguskeiði. Fíggjaður av teimum, ið hava ráð at lata. Vit kunnu gleðast um, at føroyingar eru eitt arbeiðsvirkið fólk. Hetta tryggjar vælferðarsamfelagið, eins og vælferðarsamfelagið altíð má stremba eftir at tryggja alt fólkið.
Ger tína skyldu og krev so tín rætt, ljóðar slagorðið. Vit kunnu frøast um, at virkna vælferðarfjøldin í Føroyum enn trívist og virkar sambært hesum orðum. Allarhelst er orsøkin, at vit hava sæð og upplivað, at bestu lond í heiminum at liva í eru Norðurlondini. Hesi lond, ið tóku sosialdemokratisku hugsjónina til sín og við sterkum Javnaðarflokkum bygdu hana upp. Tað kravdi felagsskap, stríð og sveitta. Til tíðir blóð. Men sigur teirra er okkum søtur.
Jónleif Johannesen,
tinglimur fyri Javnaðarflokkin