Tað gekk alt annað enn eftir vild hjá Torkil Veyhe og teimum í Riwal Readynez á 4. teininum í dag, har teir í stóran mun hava myndað Tour de Normandie í Fraklandi, men nú brádliga stórt sæð eru úr myndini.
Orsøkin er, at súkklari teirra, Nicolai Brøchner, ið hevur verið í gulu føraratroyggjuni, hevur tikið seg úr kappingini við skaða. Les nærri um tað í dagligu SMS-dagbókini hjá Torkili Veyhe niðanfyri:
in.fo: Hvussu gekst í dag?
Torkil Veyhe: Illa. Nicolai Brøchner steðgaði, tí hann hevði ilt í knænum, og ein annar hjá okkum reyk fyri tíðarmarkinum. Nú eru vit bara fýra eftir. Ein ordans lortadagur.
in.fo: Øv. Hvussu er hýrurin á liðnum eftir ein slíkan dag?
Torkil Veyhe: Ikki góður. Vit eru vónbrotnir.
in.fo: Tað er skilligt, men tit mugu uppaftur á hestin. Hvat verður málið nú?
Torkil Veyhe: Eg vænti vit koma at summa okkum í morgin og royna at koma til orkuna aftur. Vit hava brúkt nógva orku upp á at halda troyggjuna. Nú fara vit at royna at koyra eftir einum etapusigri afturat. Eg kann eisini ímynda mær, at vit fara at royna at halda Jonas Aaen til. Hann er ikki so langt aftanfyri. Um hann kann sleppa avstað ímóti endanum, so kann hann eisini fáa eitt gott úrslit samanlagt.
in.fo: Fínasta slag. Annars, fortel okkum líka hvussu eitt kvøld hjá tær sær út eftir at ein teinur er súkklaður?
Torkil Veyhe: Tá vit koma á mál stendur ein hjálpari og tekur ímóti okkum beint eftir málstrikuna við sukurvatni, proteini og vatni, so vit kunnu fáa okkurt so skjótt sum tilber. Hann vísir okkum vegin til bilarnar hjá okkum, so vit kunnu fáa turr klæðir á. Har er ein annar hjálpari og okkara mekanikari, sum finna alt fram, ið vit hava brúk fyri, so vit kunnu lata okkum í sum skjótast og ikki gerast sjúkir.
Torkil Veyhe: Mekanikarin pakkar súkkluna saman. Tá vit hava fingið turr klæði á, hava hjálpararnir hjá okkum gjørt okkum ein matpakka við rís, tun og ketsjupp/pesto/olju – hvat man nú vil hava, so vit kunnu fáa fasta føði meðan vit koyra til næsta hotel. Tað hjálpir upp á restitutión at fáa matin skjótt. Tá vit koma til hotellið verða lyklar býttir út til kømrini, har vit búgva tveir og tveir. Vit fara í brús og slappa av eina løtu áðrenn vit fáa 30 minuttir vøddamýking, og síðani eta vit. Restina av kvøldinum liggja vit fyri tað mesta í songini og sleppa av fyri at verða so klárir til dagin eftir sum tilber.
in.fo: Stuttligt við eitt sindur av innliti. Takk fyri og góða eydnu í morgin!
Torkil Veyhe: Takk!
5. teinur í Tour de Normandie í morgin er 172 kilometrar úr Alencon til Bagnoles de l'Orne Normandie.
Les eisini:










