Rættvísi fyri øll

Málið um menningartarnaða mannin (ummælt í føroyskum miðlum í juni 2007), ið var dømdur á stovn uttan tíðarmark, er eitt ítøkiligt dømi um, at rættarstøðan hjá menningartarnaðum við dómi í Føroyum er ov vánalig. Hetta var ein av niðurstøðunum hjá Løgtingsins umboðsmanni í nýggju frágreiðingini frá eftirlitsvitjanini í sambýlinum á Bóndaheygi 14. Løgtingsins umboðsmaður mælir í hesum sambandi til, at lóggávan á økinum verður dagførd, soleiðis at rættarstøðan hjá dømdum menningartarnaðum verður tryggjað.

Eisini er óheppið, at búfólk við dómi og búfólk uttan dóm búgva á sama stovni. Hetta hevur, sum Løgtingsins umboðsmaður vísur á, við sær, at tey búfólk, ið ikki hava dóm, eru undir somu ávaringarskipan sum tey búfólkini, ið hava dóm. Hesi fólk eru sostatt fyri frælsistøku uttan lógarheimild.

Amnesty International Føroya deild tekur fult undir við tilmælunum hjá Løgtingsins umboðsmanni. Rættartrygd eigur at vera ein grundleggjandi hornarsteinur í einhvørjum rættarsamfelagið; tað merkir at allir borgarar hava somu rættindi og møguleikar. Búfólkini á Bóndaheygi 14 eru sinnisveik og menningartarnað og sostatt ein veikur samfelagsbólkur, ið ikki fær talað sína egnu søk. Tað er tí sera umráðandi, at myndugleikarnir og almenna umsitingin røkja sínar skyldur til fulnar.

Deildirnar hjá Amnesty International arbeiða ikki við einstøkum persónsmálum í egnum landi, men vit fara, sum partur av tí almenna arbeiðinum mannarættindum at frama, at hyggja nærri at viðurskiftunum hjá dømdum í Føroyum. Amnesty International fer ikki bara at kanna umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu, men eisini hjá teimum, ið sita í varðhaldi í Føroyum. Danmark hevur, kann nevnast, verið fyri hvøssum altjóða atfinningum, tí at landið hevur havt eina umfatandi nýtslu av avbyrging (isolatión). Hetta var eisini ein orsøk til, at danska lógarverkið í 2006 varð broytt, so at mark nú er fyri, hvussu leingi fólk við dómi kunnu verða avbyrgd. Í hesum sambandi meta vit tað vera sera viðkomandi at kanna um somu lógardagføringar eru viðtiknar í Føroyum.

Danska revsilógin er broytt og dagførd á nógvum økjum seinastu árini. Nýggju lógarásetingarnar hava í fleiri førum bøtt um rættarstøðuna hjá teimum, ið fáa dóm. Í Føroyum eru bert fáar broytingar framdar. Hetta, meta vit, er ein álvarsamur trupulleiki, tí vandi er sostatt fyri at rættarstøðan hjá fólki við dómi í Føroyum verður verri enn hjá teimum við tilsvarandi dómi í Danmark og øðrum Norðurlondum.