Rættvísi endaði við rokning

Annfinn Hansen
???????
Vísandi til heimatíðindi í Dimmalætting seinasta fríggjadag á blaðsíðu nr. 10 undir yvirskriftini " Rættvísi endaði við eini rokning".
Eg skal leggja fylgjandi afturat hesi blaðgrein, sum ikki er komið fram í dagsins ljós. Bjørg hevur hvørki áðrenn ella eftir tvingsilssøluna hevur skylda P/F Føroya Banka pening, hetta viðgongur bankin fyri fyrstu ferð í 2003.
Fyrv. advokatur bankans sum hevði tvingsilssøluna um hendi, hevur sjálvur undir málsviðgerðini boðað frá, at bankin er komin við villleiðandi upplýsingum í sambandi við innheinting og úttøku.
"Villeiðandi upplýsingar". Hetta kann ikki skiljast annanleiðis enn at hava sagt ósætt, ella lygnir.
Nevndu upplýsingar kann eg skjalprógva.
Vísandi til nevnda, so hevur tað eydnast P/F Føroya Banka at fáa Bjørg skrásetta sum skuldari úttøkudagin 21. mars 1994, sum eisini samsvarar við Fútabókina.
Fyri at kunna gjøgnumføra úttøkuna, hevur tað helst verið neyðugt hjá P/F Føroya Banka at skráseta Bjørg sum skuldara úttøkudagin, og hetta má sigast hevur eydnast bankanum sera væl.
Tá úttøka er gjørd og eftirfylgjandi tinglýst, so er tvingsilssølugrundarlagið til staðar.
P/F Føroya Banki hevur sambært galdandi lógarreglur ábyrgdina av at úttøkugrundarlagið er í lagi, og tað varð tað ikki úttøkudagin.
Undanførsla bankans viðv. úttøkugrundarlagnum skjalprógvan og vitnisfrágreiðing, sum hevur seinkað málinum síðani 1999, og heilt framm til dómsviðgerðina í oktober 2004, hjálpti einki nú dømt varð 29. nov. 2004
Dómurin staðfesti at úttøkan var gjørd av órøttum.
Peningaliga tapið og órætturin elvdur av bankanum harmar Bjørg sera nógv, men stívrenda støða bankans eftirfylgjandi harmar Bjørg minst líka so nógv, her verður hugsað um tað brævaskifti, sum er farið fram, har bankin als ikki vildi hoyra talan um, at hann hevði gjørt Bjørg órætt.
Rætturin hevur nú talað. Bankin hevur framt grovan órætt móti Bjørg og elvt til stórt peningatap. Eg skal lata vera við at koma inn á tær ónáðir annars hesin órættur hevur verið atvoldin til havandi í huga, at tvingsilssølan gjørdi familjuna heimleysa, og sum av somu orsøk noyddist at flyta av landinum.
Rætturin staðfestir, at einans ásetingar um for-eldilsi forðar Bjørg í at krevja ognina aftur frá verandi eigara ella krevja bankan eftir endurgjaldi fyri missin. Talan er tí um meira ella minni tilvildar ligar umstøður, sum "bjarga" bankanum undan endurgjaldi. Men hvat við etikkinum og moralinum? Kennir bankin onga skomm av hesum máli?
Hvat siga almennu myndugleikarnir sum varða av bankanum, til ein banka, sum av órøttum hevur framt eina tvingsilssølu? Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri teir persónar, sum í bankanum hava varðað av hesum máli?
Vegna vindikatiónskrav og dóm, so hevur bankin neyvan áhuga í at veita fígging, ella hava áhuga í at gerast eigari ognini matr. 20 c í Fuglafirði aftur.
Vindikatiónskrav í hesum sambandi merkir, at um Bankin gerst eigari av ognini aftur, so kann Bjørg við lógini í hondini gera krav uppá ognina aftur.
Eg kann í hvussu so er ikki lata vera við at hugsa um núverandi eigaran av ognini, sum hevur keypt sethúsini í góðari trúgv frá Føroya Banka. Hesin fær helst beiskan ráka í munnin av at vera komin til ognar av sethúsunum upp á ein so óetiskan máta.
Støðan hereftir er so tann, at viðkomandi stendur eftir við einum sethúsum, sum hann neyvan fær selt aftur, tí hvør vil verða eigari av einum sethúsum, sum í veruleikanum kunnu kallast "tjóvagóðs".
Sum sæst á dóminum, so hevur bankin brúkt nógva tíð til at prógva hvørju skjøl lógu frammi úttøkudagin 21. mars 1994, og pástandur bankans hevur verið, at bæði eitt veðbræv og eitt skaðaloysisbræv lógu frammi í Fútarættinum í Rúnavík úttøkudagin. Dómurin staðfestir, at einans eitt skuldarbræv lá frammi uttan nakra veðseting, sum Annfinn persónliga hefti fyri.
Tað er eisini mín meting, at P/F Føroya Banki hevur drigið hetta málið út við vilja, vælvitandi um fyrningarfreistina, og at teir høvdu gjørt nakað ólógligt.
Tað sær eisini sera løgið út, at bankin ikki fyrenn næstan 5 ár eru umliðin frá tvingsilssøluni, sendir málið í Fútarættin í Gladsaxe í 1999.
Peningakravið móti undirritaða bleiv sett fram í Fútarættinum í Gladsaxse í 1999, men advokatur bankans møtti ikki á rættarfundinum, og málið bleiv harvið burturvíst. Málið bleiv endursent til Fútarættin í Gladsaxe í 2000, men í hesum tíðarskeiðnum er málið fyrnað, sostatt hevur bankin einki rættarkrav ímóti Annfinn Hansen longur.
Mær vitandi er ikki loyvt at skráseta skuld í RKI, sum er stovna í Føroyum, hetta gjørdi bankin beinanvegin, men advokaturin hjá undurritaða fekk hetta strikað.
Matr nr. 20c bleiv sambært hjúnasáttmála serogn hjá Bjørg í 1983.
Føroya Banki bleiv stevndur 14. november 2002, og dómurin fall 29. november 2004.
Eg skal til seinast siga, at tað er undirritaði sum frá byrjan av hevur tikið sær av hesum máli, vegna konu mína Bjørg.
Faroe Law tók sær av sakarmálinum.
Eg kann til seinast ikki lata verða við at hugsa um allar hinar familjurnar, har sethúsini fóru á tvingsilssølu, er alt farið so rætt fram her?