»Rættvísi«

Súsanna Dam

Ofta verður sagt, at tú fært tað stjórn, sum tú vilt hava, og at stjórnin  í einum fólkaræði  avspeglar fólksins vilja. Við hvørt má eg ivast í um hetta nú er rætt. Kann tað veruliga bera til, at tríggir fimtipartar, t.e. 60%, av Føroya fólki ikki halda, at viðurskiftini hjá teimum samkyndu eru so ótrygg, at teirra tilverurættur átti at verið tryggjaður við lóg.
20 menn av teimum 32 fólkunum, sum vit hava valt á ting, nokta at viðurkenna, at tey samkyndu í Føroyum hava tørv á serligari verju, orsakað av teirra ikki so vanligu lívfrøði.
Um veruliga 60% av veljarunum eru samdir við hesar tingmenninar, so hava vit øll somul rættiliga ein trupuleika. Tí so hava vit gloymt ella ongantíð lært, at frælsi handlar um, at hvør einstakur okkara, hevur rætt til at liva sambært sína sannføring og fyritreytir undir ábyrgd.
Um hesar 20 tingmennirnar, sum atkvøddu ímóti, kundi verið sagt so mangt. Eg tími ikki at siga tað, tí øll vita tað, men tá fleiri av teimum hava nýtt Bíblina til at verja sítt trongskygni, so fari eg í staðin at spyrja, um teirra egni status í mun til Bíblina er á slíkum støði, at teir ótta- og ivaleysir kunnu lóggeva um, hvat er rætt og rangt hjá ørðum grundað á Guðs orð.
Avoldaðar stívrendar áskoðanir hava ongantíð bygt nakað sum helst uttan armóð, men hava altíð kunna verið nýttar til at skapa orðsnidlingum løtuvinning. Skulu vit harafturat dragast við altjóða glós og skomm fyri okkara líkasælu, so tykir mær hendan vinningin sera dýrt keyptan.
Tvørsøgnin til áskoðan tingmeirilutans er, at hann er hitt best hugsandi prógvið um, at tey samkyndu hava størsta tørvin á at verða vard ímóti mismuni.