Órættvís viðferð av Atlantic

Tummas Justinussen

Tað mundi koma sum eitt sjokk fyri okkum øll, at hoyra tíðindini og síðan at síggja myndinar frá NRK hendan 10. oktober morgum. Tað, sum ikki má henda var hent, og eftir myndunum í sjónvarpinum at døma, var støðan alt anna enn góð.
Hjá okkum, sum eru næstan “dagligir” gestir umborð á flúgvarunum hjá Atlantic Airways, virkaðu myndinar næstan veruleika fjarar, hettar er ikki nakað, ið hendir okkum her á landi, men bert úti í stóru verð.
Hesi sísðtu árini, havi eg flogið sera nógv við Atlantsflog, og sigast skal, at tað hevur verið ein fragd at verið gestur umborð á teirra flogførum, bæði á teimum góðu og teimum minni góðu túrunum. Tá ið eg sigi teir minnu góðu túrunum, er tað ein ásannan av, at starvsfólkini hjá hesum felag ikki altíð hava tær bestu náttúrgivnu umstøðunar at virka undir, men tey gera altíð sítt ýtasta, fyri at tú sum gestur skalt hava tað so gott sum møguligt.
Av øllum teimum hundratals túrunum eg havi verið við Atlansflog, havi eg ongantið haft tann minsta mistanka um, at hettar felag og starvsfólk teirra, ikki røkja sína uppgávu væl og virðuliga til fulnar. Hettar skal ikki skiljast sum at Atlantsflog er feilfrítt, men at hoyra nakrar einstakar óobjektivar útlendingar standa og sverta hettar flogfelag og starvsfólk teirra út, kann ikki fara óátala aftur við borðinum.
Eg havi meira enn einaferð verið seinkaður av tekniskum trupulleikum hjá Atlansflog treyðugt so, men tað havi eg so sanniliga eisini verið hjá eitt nú Air France, British Airways, Sabena, Iceland Air, SAS osfr. Felags fyri oman fyri nevndu feløg er, at tey ikki eru heimahoyrandi í einum so lítlum samfelag sum okkara, har tann minsti feilurin, sum hendir í dag, hoyrist aftur sum ein ræðusøga í morgin, men hendan tøgnin gevur neyvan betri trygd kanska tvørtur í móti.
Eitt annað, sum eg haldi er langt úti er, at man kjakast nógv um tekniskar “bagatellir” og lítið um tann verðuliga trupulleikan, nevniliga hvussu tað stendur til við lendingarmøguleikum. Er tað forsvarligt við tí luftferðslu vit hava í dag, at vit bert hava ein 1400m langan vøll. Sjálvur haldi eg, at hendingarnar í síðstuni hava prógva tað øvugta, nevniliga at vøllurin í Vágunum mà leingjast her og nú.
Tað verður millum politikarar kjakast dúgliga í hesum døgum um tunellir her og har, men eitt sum er fleiri ferðir neyðugari, tað er at seta í gongd leinging av fløgvøllinum beinanvegin. Hugsi tykkum um tað ræðuliga skuldi hent, at eitt flogfar við 90 fólkum fór út av vøllinum vegna ov stutta lendingarbreyt.Tað føroyska samfelagið hevði farið í “Koma” og øll samferðsla og turisma um flogvøllin hevði fingið eitt so stórt bakkast, at tað hevði tikið 20 ár at rætta tað aftur.
Eg tori uttan at verða nakar serfrøðingur í flúgving at pástanda, at um flogfarið, ið fór út av vøllinum í Stord, fekk sama trupulleika eitt nú í Kastrup, so hevði hettar ikki blivi tann sorgarleikur sum tað bleiv.
Til síðst men ikki minst, so burdi tann føroyska pressan roynt at gjørt eitt sindur av ordiligum journalistikki, heldur enn bara at endurgeva eina negativa útlendska pressu. Tað kundi eitt nú verið spennandi til saman líkningar at fingið at vita, hvussu nógvar tekniskar og menniskjaligar feilir onnur flogfeløg rundanum okkum hava.
Tað skal verða mín bøn, at føroysk flúgving ongantíð aftur verður fyri einum tílíkum bakkasti sum tann 10 oktober 2006. Æra verið minni um tey, sum fórðust vid oy- crg.
Tórshavn hin 19.10.2006