Rætturin til at kúga øðrvísi hugsandi

Ískoyti til kjakið um broyting í anti-dis­krimina­tións­para­graffini

Heini í Skorini
lesandi




Demokrati er respekt for den andens anderledeshed. Soleiðis sigur danski demo­kratiteoretikarin Hal Koch í bókini Hvad er demokrati frá 1945.
Men hendan meginreglan tykist ikki vera galdandi í lóggevandi forsamlingini í Føroyum. Upp­skotið hjá ting­limun­um Annitu á Fríð­riksmørk og Finni Helms­dal um, at tey sam­­kyndu eisini skulu vera um­fat­aði av anti-dis­krimina­tións­para­graffini í revsilógini, var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin, og tað tyktist vera greitt, at meirilutin av okkara fólkavaldu ikki ynsk­ir minnilutaverju fyri tey sam­kyndu.
Høvuðsgrundgevingin er, at ein slík broyting er ein hóttan móti trúarfrælsinum og skrivi- og talufrælsinum, sum jú er lívsnervin í ein­­­­um og hvørjum fólka­ræði. Víst verður á, at broyt­ing­ar­uppskotið hjá Finni og Annitu í veruleikanum krimi­naliserar tað, Bíblian sigur um samkynd, og at økt rættindi til samkynd sam­stundis skerjir rættindini hjá teimum, sum taka frástøðu frá samkyndum livihátti.
Trúarfrælsið skal varðveitast
Men hesin argumentatións­hátt­urin er antin ein mis­skilj­ing ella ein tilvitað polit­isk strategi. Endamálið við uppskotinum er ikki, at føroyingar ikki skulu hava loyvið til at hava sín­­ar egnu sannføringar. Har stendur einki um, at trúgv­andi føroyingar ikki skulu sleppa alment at taka frá­støðu frá samkyndum livi­hátti. Har stendur einki um, at bíbilsku boðskapirnir skulu kriminaliserast. Og har stendur einki um, at trúar­frælsið skal skerjast.
Harvið er ikki sagt, at teir vandar, sum kristni vong­ur­in hevur kast­að ljós á, skulu ignorerast. Víst kann ov nógv regu­lering skapa eina korrekt­heit, sum kann drepa al­menna kjak­ið og elimi­nera mein­ing­a­r og kon­fliktir, sum veru­liga eksistera, har ein dýna verður løgd oman á fakt­iska veru­leikan. Tí hava skept­isku rødd­ir­nar mót­vegis hes­um upp­skoti rætt í, at ov nógv regulering kann hótta skrivi-, talu-, og trúar­frælsið. Og sjálvandi skulu vit ansa okkum, at ein slík lógar­broyt­ing ikki elvir til eina totalitera sekularisering, sum talan av og á tykist vera um í okkara grannalondum.
Konstuktivt klandur
Men hetta er ikki ein haldgóð grundgeving fyri at forkasta uppskotið, tí ætlanin er nevni­liga á ongan hátt at útihýsa sjónarmið, sum løgtingslimir í tinginum fríggjadagin vildu vera við.
Tvørturímóti er endamálið heilt einfalt at útbyggja eina paragraff við tí fyri eyga at fyribyrgja diskriminatión, for­fylging og happing av minni­lutum. Talan er við øðrum orðum um at fyribyrgja ósak­liga chikanu og tryggja eitt ávíst støði, tá meiningar bresta saman á vígvøllinum. Tað snýr seg um at seta krøv til tey, sum bera fram síni sjónarmið. Tað snýr seg um at skapa nakrar karmar, sum tryggja eitt konstruktivt kjak. Tað, og einki annað, eigur at vera endamálið við uppskotinum.
Vit skulu sjálvsagt sleppa at klandrast og bresta saman á almenna vígvøllinum, so gal­ið vit vilja, men tað snýr seg um at klandrast á einum konstruktivum støði. Tað snýr seg um at hava nakrar etisk­ar spæli­reglur í øllum klandr­inum millum ymsu konkurrerandi sam­felagsbólkarnar, so tað stríðið, sum samkynd, marx­ist­ar, kristin, atheist­ar, human­istar og fundamentalistar skulu sleppa at føra, sam­stund­is skal vera fair. Enda­málið við uppskotinum eigur við øðrum orðum ikki at vera, at Harra Lognberg skal ganga heima í Skopun við eini meining, sum hann ikki sleppur at bera fram, men at umheimurin skal krevja eitt ávíst støði fyri sak­ligheit, tá hann úttalar seg.
Opnar konfrontatiónir og ósemjur eru fortreytir fyri einum aktivum fólkaræði, men vit eiga at berjast sum mót­støðu­fólk og ikki sum fígg­ind­ar. Og vit eiga til eina og hvørja tíð at viður­kenna rættin hjá okkara mót­støðufólki til eisini at hava eina meining og stríðast fyri henni. Hetta er sjálvur kjarnin í einum og hvørjum robustum demokratii.
Kúgingarfrælsið
Frælsið til at bera fram sína hugsan er nevniliga ikki tað sama sum frælsið til at niðurgera øðrvísi hugsandi. Trupulleikin hjá fleiri ting­monnum fríggjdagin var, at teir ikki megnaðu at skilja ímillum hesar báðar formar fyri frælsi.
Og her er ein himmalvíður munur. Vit, sum fylgja við almenna kjakinum, eru dag og dagliga vitni til, at skrivi- og talufrælsið í veruleikanum er vorðið eitt hent amboð hjá mongum føroyingi til at kúga, vanvirða og niðurgera øðrvísi hugsandi menniskju. Undir heitinum skrivi- og talufrælsi verða minnilutar og einstaklingar dag og dag­liga vanvirdir og drignir gjøg­num díkið, og tað tykist sum fleiri viðmerkjarar í føroysku bløðunum ikki hava skilt, at eisini skrivi- og talufrælsið hevur síni mørk.Vit eru ferð eftir ferð vitni til, at hetta mark verður brotið, tá skrivi- og talufrælsið verður mis­nýtt og gjørt til eitt effek­tivt terror­instrument mót­vegis øðrvísi hugsandi. Tá er fruktagóði dialogurin horvin, og í staðin økist ótt­in, fordómarnir, hatr­ið, intoleransan og dis­re­spekt­in. Eitt tragiskt scenarium, sum meirilutin í tinginum eftir øllum at døma vil varð­veita.
Kunnu vit sum demo­krat­iskir borgarar vænta, at minni­lutar uppliva skrivi- og talu­frælsið sum eina dygd, um sama skrivi- og talufrælsið konstant verður nýtt sum vápn at niðurgera onnur? Er demokratiið ikki vorðið ódemokratiskt, tá skrivi- og talufrælsið er vorðið eitt hent amboð at vanvirða lívs­virðir hjá øðrum? Tá vit í fólkaræðisins navni traðka á øðrvísi hugsandi? Tá okkara sokallaða fólkaræði ikki er annað enn okkara heilagi rættur til at diskriminera og leypa á øðrvísi hugsandi?
Rætturin til at demonisera ein heilan fólkabólk verð­ur í dag vardur av land­­sins fólka­valdu við grund­gevingini um, at skrivi-, talu- og trúar­frælsið er í vanda. Ein perverterað útgáva av frælsi, mugu vit bert konstatera. Og avleiðingarnar eru, at polari­ser­andi kjakið, sum vit t.d. vóru vitni til eft­ir ANSO-ráðstevnuna í Norð­urlandahúsinum, onk­untíð líkist einum asym­metrisk­um álopi á út­vald­ar minnilutabólkar. Alterna­tivið er ein frukta­góð­ur dia­logur millum ósamdar sam­felagsbólkar, men hendan visiónin tykist tíverri ikki at vinna frama í hesum um­­fari.
Víst standast ávísir trupul­leikar av at avmarka skrivi- og talufrælsið við lóg­um og paragraffum, og í einum ideellum samfelagi hevði hetta heldur ikki ver­ið neyðugt. Men slíkir ven­tilar eru (tíverri) neyð­ugir og gagn­ast øllum. Eis­­ini teimum, sum í dag berjast ímóti hes­­um broyt­ingaruppskoti, tá tey einferð standa fyri skotum. Hetta er nevniliga ikki ein spurningur um sam­kyndleika sum so, men um grundleggjandi mekan­ismurnar handan demo­­krat­isku prosessina.
Fjølbroytt í felag
Vissuliga er eitt vælvirkandi fólkaræði annað enn fleir­talstyranni við nøkrum neyð­­ars ekskluderaðum minni­­lutum. Sum borg­arar í einum plural­ist­isk­um sam­fe­lagi mugu vit læra kynstr­ið at sam­eksistera við menn­iskju, sum ikki hugsa og liva sum vit. Og tí mugu vit hava nakrar etiskar spæli­reglur, nøkur mørk á vígvøllinum, har meiningar møtast og áhugamál kappast. Grund­súlan í modernaða demo­kratinum má tí vera, at vit eru fræls til at vera fjølbroytt, og at vit eru fjølbroytt í felag.
Ótálmað frælsi gongur altíð út yvir onkran. Eisini tá tað kemur til skrivi- og talufrælsið. Tí kann skrivi- og talufrælsið skjótt koppa yvir í frælsið til at diskriminera onnur. Og uttan nakra regu­ler­ing hava vit í staðin fing­ið frítt kúg­ingar­frælsi í Før­oyum. Tí hava vit harð­liga brúk fyri at útbyggja anti-diskriminatiónsparagraffina í føroysku lóggávuni. Og tí fari eg at ynskja Annitu, Finni og teirra stuðlum góða eydnu, nú onnur og triðja við­gerð av uppskotinum standa fyri durum.