Rætturin skal staðfesta løgtingssamtykt

Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins, hevur drigið Føroya Løgting í rættin við kravi um, at hann fær útgoldið løn fyri tíðina, hann hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

- Tá Løgtingið hevur sagt A, so eigur tað eisini at siga B.
Tað sigur Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins við Rás2 og Sosialin undan rættarfundinum í morgun.
Hann vísir á, at Løgtingið eftir hansara tykki hevur samtykt at lati honum farloyvi við løn í tveimum umførum.
- Eg gjørdi mær ómak, tá eg skrivaði umsóknina um farloyvi, so eingin misskiljing kundi standast av. Løgtingsformaðurin, Hergir Nielsen, læs umsóknina upp og mælti til at samtykkja hana uttan atkvøðugreiðslu. Hetta hendi sum nevnt í tveimum umførum, segði Kári á Rógvi í rættinum í morgun.
Kortini fekk hann – somuleiðis í tveimum umførum – boð frá løgtingsumsitingini, at hann Gjaldstovan hevði fingið boð um at draga 14/30 av næstu løn.
Kári á Rógvi helt, at skuldi javnstøðulógin geva meining, so mátti tað verða javnstøða millum kynini.
- Sum dømi kann eg nevna, at Annita á Fríðriksmørk fekk alla barnsburðartíðina fekk fulla løn frá Løgtinginum, meðan eg varð trektu í løn. Einasta frágreiðingin, sum eg kann finna fram til, er at munur er á kynunum, segði Kári á Rógvi.

Virkar illa
Kári á Rógvi hevur eina fortíð sum formaður í Javnstøðunevndini.
- Eg varð ein dag í hoyna ringdur upp av Hans Paula Strøm og spurdur, um eg vildi verða formaður í Javnstøðunevdini restina av skeiðinum, av tí at verandi formaður hevði fingið forfall. Eg helt hetta verða lætt nokk, tað var bara at telja á hondunum, um eins nógvar kvinnur og men vóru í nevndunum. Men so lætt var tað ikki, segði Kári á Rógvi.
Hann segði, at javnstøðulógin fyri tað fyrsta var torskilt, og heldur ikki í øllum førum implementerað.
- Men hetta fekk meg at fáa áhuga í javnstøðulógini. Og tað var eisini orsøkin til, at eg gjørdi mær slíkan ómak við umsóknunum um barnsburðarfarloyvi, segði Kári á Rógvi.
Hann helt eitt sindur ironiskt fyri, at hann fyrr hevði fingið farloyvi við løn – tá hann var á ST-aðalfundi fyri Løgtingið – og tá hevði borið til at goldi lønina bæði til hansara og til varamannin.
- So tað er ikki førleikarnir, ið vanta, helt hann.
Tað eru ikki pengarnir, men sjálvt prinsippið, ið hevur fingið hann at fara í rættin við málinum.
- Stevningin ljóðar upp á 47.741,04 krónur, men vinni eg sakina, verða pengarnir lætnir felagnum, sum tekur sær av rættindunum hjá børnum og pápum, segði Kári á Rógvi.

Fylgja siðvenju
Hitt vintið í rættinum í morgun var Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri. Hon greiddi frá mannagongdini í samband við farloyvi.
- Tað er ein meiriluti av í minsta lagi 17 tinglimum, sum skal samtykkja eitt farloyvi hjá einum tinglimi, segði Súsana Danielsen.
Hon segði, at tað er greitt definerað, tá ein tinglimur kann fáa farloyvi við løn.
- Er talan um sjúku, skal tinglimurin vísa læknaváttan, so rindar Løgtingið farloyvi við løn. Í hinum førinum kann tinglimur fáa farloyvi við løn um viðkomandi er í farloyvi fyri Løgtingið, ella um talan er um fólkatingslimirnar, segði Súsanna Danielsen.
Í sambandi við barnsburðarfarloyvi er siðvenjan hon, at kvinnur fáa 24 vikur farloyvi við løn, meðan menn kundu fáa ein mánað farloyvi, tó ikki við løn.
Væntandi verður dómur sagdur í málinum um nakrar vikur.