Hósdagin fer Ríkisrætturin í Italia ætlandi at taka støðu til, um Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, skal ákærast fyri fíggjarsvik og skattasvik. Politiskir eygleiðarar í Rom siga avgerðina hjá Ríkisrættinum vera sera týdningarmikla, og at í veruleikanum sita dómararnir við teirri politisku framtíðini hjá forsætisráðharranum í hondunum.
Teir 15 dómararnir fóru í gjár undir at viðgera eina umstrídda lóg, sum tjóðartingið samtykti í fjør, og sum forðar fyri, at forsætisráðharrin kann stevnast fyri rættin. Sambært italsku fjølmiðlunum eru nakrir dómarar fyri at ógilda lógina, meðan nakrir eru fyri at góðkenna hana.
Í øllum førum bíða italiumenn spentir eftir avgerðini, sum væntandi kemur í morgin, skrivar AFP úr Rom.










