Atli Hansen
Mínar viðmerkingar stava ikki bert frá seinastu meiningarkanningunum. Sum Kaj Leo helst veit so var eg stillari til annað formansvalevni á landsfundinum 2006.
Tá íð eg havi viðgjørt leiðslutrupulleikarnar í Sambandsflokkinum, havi eg bert víst til tann vantandi førleika, sum eg haldi, at bæði formaður og næstformaður hava til at leiða flokkin. Tað hevur einki við illvilja móti persónunum at gera, men sprettir av einum innarligum ynski um at tað má gangast Sambandsflokkinum væl.
Formaðurin roynir at verja seg við í eini blaðgrein at lýsa mítt generalieblað. Svarið vísir mær eina síðu av formanninum, sum eg ikki kendi og sum undir ongum umstøðum ger hann betri egnaðan til at vera formann í mínum eygum. Hugurin til at viðgera mín persón sær út til at vera størri enn evnini til sjálvrannsakan.
Eg seti meg tíverri ikki føran fyri at svara á sama støði.
Limur ella ikki limur – tað er sum veljari eg heiti á flokkin. Um einki hendir á leiðsluøkinum, verður flokkurin bert ein lítil fittur skari á næsta vali.