Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Høgni Hoydal er altíð áhugaverdur at lesa. Hann veit, hvat kann gleða fólk, men gløggur sum hann er, skal ein altíð rokna við einum hálvfjaldum undirstreymi. Seinasta dømið er í Sosialinum nú um dagarnar.
Tá hann sigur, at »útlendingamálið var púra greitt, tá henda samgongan tók við«, veit hann sjálvur, at hetta ikki er rætt. Hinvegin kom undan kavi, hvussu ógreitt útlendingamálið í veruleikum var og hevði verið, tí var neyðugt at gera nakað álvarsligt.
Fútin rópti varskó
Fyrstu dagarnar av mínum landsstýrisarbeiði kom undan kavi, at fútin hevði gjørt greitt, at um vit ikki tóku »annað skinn um bak«, tók hann seg burtur úr arbeiðinum.
Sum dømi kunnu nevnast teir seytjan teilendingarnir, sum dagliga vóru í fjølmiðlunum orsakað av, at alt bara hevði staðið til. Hetta var bert fyrsta álvarsmálið, eg rendi meg í.
Ítróttaravtalan við ongum innihaldi
Eisini fari eg í hesum umfari at nevna víðagitnu ítróttaavtaluna, sum Høgni Hoydal hevði gjørt við ráðharran í innflytaramálum, sum var gjørd, so hann kundi leypa um, har garðurin var lægstur.
Vit vita, at Høgni er habilur ítróttarmaður. Alt gott um tað. Møguliga lá tað honum nær, og tí hevði hann gjørt eina avtalu um, at hevði tú hondbólts-, flog- ella fótbóltshegni, kundi tú bara við eini undirskrivt sleppa inn at arbeiða, meðan ikki var pláss fyri øðrum útlendingum, sum høvdu hegni til annað ófaklært virksemi.
Útlendsk ítróttarfólk høvdu soleiðis tikið arbeiði frá føroyskum ófaklærdum arbeiðsfólki, serliga nú arbeiðsloysið hevði hug at vaksa.
Tí skrivaði eg ikki undir hesa avtalu, sum fyri okkara umsiting hevði verið vónleys at umsitið. Ein avtala við ongum innihaldi.
Ivasom rættartrygd
Nú eri eg ikki løgfrøðingur, men eg kundi hugsað mær, at henda avtala var á markinum til brot á rættartrygdina, tí vit skulu minnast til, at hesi ítróttarfólk vóru ikki profesionel, men skuldu bert fyri ein lítlan part ella í ringasta føri einki verða lønt av ítróttini, men hinvegin skuldu verða lønt sum ófaklærd. Hetta lat seg heilt einfalt ikki gera.
Tað er altíð lættari at leypa um har garðurin er lægstur og ikki taka málið upp í tí veruleika, tað er.
Smidligari gongd
Eg harmist sjálvandi um, eftir positiva fundin við Rikke Hvilshøj, ráðharra í innflytaramálum, fyri at fáa smidligari málsgongdir, har ein samstarvsbólkur longu er settur millum Integratiónsmálaráðið, Fútan, Innlendismálaráðið og Útlendingstýrið, samstundis sum vit kundu fáa møguleikan fyri at fáa fólk í Útlendingastýrið soleiðis, at hesi kundu avgreiða føroysku málini, at eg ikki slapp at halda fram við hesum, nú tað er sett á skinnarar.
Høgni Hoydal veit, hóast vit báðir eru samdir, at ikki er meiriluti fyri at yvirtaka málið, men tað leggur hann einki í, hann arbeiðir altíð, sum um øll eru samd við hann, tí er so stutt komið á leið hjá honum.
Nei, útlendingamálið var ein stórur hurluvasi, tá eg kom í landsstýrið, tí var neyðugt at taka málið upp frá grundini, tað veit eingin betur enn Høgni Hoydal, sum ikki kann renna undan hesum.