Rættleiðing til greinina "At síggja" hjá Louisu Lamhauge

Helgi Fossádal
savnsleiðari

Í greinini "At síggja" hjá Louisu Lamhauge í Dimmalætting 13.oktober 2005 viðgerð Louisa Lamhauge m.a. leigumálið, sum Listasavn Føroya hevur við Føroya Grafiska Verkstað. Louisa Lamhauge leggur savnsleiðaran undir at hava hækkað leiguna hjá Føroya Grafiska Verkstað fleiri ferðir, so at leigan í dag er so høg, at Føroya Grafiski Verkstaður er um at hokna undir tí stóra leigugjaldinum.

Við tí førleika sum greinskrivarin hevur, undrar tað meg stórliga, at hon nýtir hugtakið "sum mær er sagt frá"; heldur hevði tað sømt seg betur at eftirkanna teir upplýsingar, sum rekast fyri oyruni, áðrenn alment at viðgera slatur.

Til øll tey, sum nýta stóra orku at illgita leiðsluna og stýrið fyri Listasavn Føroya at leggja fótonglar fyri Føroya Grafiska Verkstað skal upplýsast fylgjandi:

 at litografurin Jan Andersson byrjaði á sumri 1999 at arbeiða á verkstaðnum - eingin leiga varð goldin fyri hetta fyrsta árið.
 at leigusáttmáli varð gjørdur um leigu av verkstaðnum við øllum maskinum o.t. við Jan Andersson frá 1/6-2000, og at leigan var kr. 4.000 um mánaðin íroknað ljós og hita. Afturat hesari upphædd skal Føroya Grafiski Verkstaður lata Listasavninum ókeypis eitt eintak av hvørjum upplagi (listprenti), sum verður gjørt á verkstaðnum. Hetta var gjørt tá Bárður Jákupsson var savnsleiðari.
 at leigan hevur verið óbroytt síðan 1/6-2000.
 at Listasavnið onga ávirkan hevur á virksemið á Føroya Grafiska Verkstaði.