Rúni Heinesen, skúlastjóri, Tekniski Skúlin í Klaksvík
------
Gjørdist ikki sørt kløkkur, tá ið eg sá eindarkostnaðin fyri SIT-næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Havi júst kanna hagtølini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 og kann staðfesta, at Dagur&Vika hevur eindarkostnaðin fyri 2012 uppá 57.509kr. higani - á síðu 202. Grundarlagið fyri hesum eindarkostnaðinum er heildakostnaðurin, býttur við næmingtalinum fyri SIT1. Her framgongur, at næmingatalið er 55, meðan árið fyri er tað 80. Í løtuni eru 94 SIT-næmingar og lærlingar, sum samlesa í 4 flokkum.
Tvs. at eindarkostnaðurin í 2011 er 36.700kr. og komandi ár við 80 SIT-næmingum 39.538kr.
Skal eisini leggja afturat, at tað er ikki skúlin, sum hevur sett hesa talvuna í fíggjarlógaruppskotinum upp. Sær út, sum útreiðslurnar fyri SIT-matvøru er tikin við, men flokkurin uppá 24 næmingar er ikki tikin við.
Hóast SIT-næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík hava atgongd til umfatandi tøkniliga útgerð og krevja tilfar, sum er munandi dýrari enn aðrir miðnámskúlanæmingar, so sær út til, at tey eru bíligari og eru helst eisini tey, sum koma skjótast út á arbeiðsmarknaðin. Vónandi hevur tað eisini týdning.