RÆTTLEIÐING TIL DÓMSTÓLIN DIMMALÆTTING !

Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður

Sambært forsíðugrein í Dimmalætting týskvøldið 26. juli 2005, verður Tórbjørn Jacobsen skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður, at hava rent á, rýmt av staðnum og ikki boðað løgregluni frá einum bilóhappi.
Til hetta skal bert í stuttum viðmerkjast, at tað er rætt, at Tórbjørn Jacobsen var handtikin av løgregluni sunnumorgunin tann 24. juli vegna eitt óhapp, har hann sum bilførari kom til at renna á eitt ferðsluskelti á vegnum.
Í hesum sambandi er onki staðfest um nakra rúsdrekkakoyring. Koyrikortið er aftursent við postinum, eftir at hava verið í stuttari varðveitslu hjá løgregluni, og onki fyriliggur í málinum um, at Tórbjørn Jacobsen er skuldsettur fyri nakað lógarbrot ella at ákæra verður reist í hesum sambandi.
Tórbjørn Jacobsen er heldur ikki rýmdur av staðnum ella frá nøkrum, tá talan ikki var um eitt óhapp, har onnur ferðsla var innblandað.
Mett var heldur ikki, at tað hevði nakran bráskund at boða løgregluni frá hesum lutfalsliga lítið týðandi skaða, sum bert fevndi um eitt ferðsluskelti og egnan bil.
Umrøðan av málinum í nevndu grein og samanberingin við onnur revsiverdug álvarsmál, umframt vælbæri v.m. hevur tískil onki við veruleikan at gera.