Nevndin í Atlantic Airways hevur í frágreiðing til Vinnumálaráðið 3. juli 2008 greitt gjølla frá málinum.
Í frágreiðingini varð greitt frá, at leiðslan í felagnum 14. juni 2008 boðaði frá, at hon vildi umskipa síni ognarviðurskifti í felagnum. Leiðslan hevði fingið eitt keypstilboð upp á partabrøvini fyri kurs 261 frá einum felag, sum frammanundan var ein av stóru partaeigarunum í Atlantic Airways.
Nevndin mælti frá, at hesin handil varð gjøgnumførdur, tí nevndin helt, at spurnartekn møguliga kundi verða sett við, hvussu óheft leiðslan fór at gerast mótevgis viðkomandi partaeigara.
Av hesi orsøk boðaði nevndin leiðsluni frá 16. juni 2008, at nevndin kundi ikki viðmæla handilin, og eftir hetta vórðu samráðingar tiknar upp millum nevnd og leiðslu um keyp av partabrøvum.
Havandi í huga, at leiðslan í Atlantic Airways hevði eitt keypstilboð upp á partabrøvini fyri kurs 261, at nevndin var av teirra áskoðan, at virðið á partabrøvunum var minst 240, og at ein íløga í hesi partabrøv fyri kurs 240 varð mett sum ein skilagóð íløga fyri felagið, tók nevndin tann 19. juni 2008 avgerð um at keypa 50 prosent av partabrøvunum hjá leiðsluni fyri kurs 240.
Nevndin fekk samstundis í lag eina management-avtalu, sum knýtti leiðsluna tættari at felagnum, tí nevndin hevði tá - eins og nú - fult álit á leiðsluni.
Nevndin hevur ongantíd vidgjørt persónligu búskaparligu viduriskifti hjá leidsluni.Kringvarp Føroya hevur borið fram, at nevndin skal hava mett, at leiðslan ikki hevði skil á sínum fíggjarviðurskiftum, og at nevndin tí noyddist at forbarma seg yvir leiðsluna.
Nevndin hevur kravt at fingið hesar pástandir dementeraðar í Kringvarpinum, tí teir eru skeivir. Nevndin hevur hvørki sagt hetta við Kringvarp Føroya ella við Vinnumálaráðið.
Christian Andreassen, nevndarformaður
vegna Atlantic Airways