Rætting viðvíkjandi EFTA

Av misgávum skrivaði undirritaði í gjár, at uttanlandsnevndin hevði biðið um at fáa eygleiðandi leiklut í eini serfrøðinganevnd, ið EFTA fer at seta niður at kanna framtíðar møguleikar. Hetta er tó ikki rætt.

Uttanlandsnevndin setti á fundinum við EFTA tingmannanevndina fram ein fyrispurning, um vit sum skjótast kunnu fáa eygleiðarastøðu í sjálvari EFTA tingmannanevndini. Hetta bleiv ógvuliga positivt móttikið, og hevur nevndin nú heitt á John Johannesen um at seta fram hetta ynski formliga í brævi til EFTA tingmannanevndina.

- Brævið verður nú fyrireikað, og í næstum fari eg vegna uttanlandsnevndina at seta fram formligu áheitanina um at fáa eygleiðarastøðu í tingmannanevndini hjá EFTA, sum er mannað við umboðum úr Sveis, Liktenstein, Noreg og Íslandi. Hetta verður mett sum eitt stórt stig nærri limaskapi í EFTA, og tí er tað rættiliga avgerandi fyri framhaldandi tilgongdina, at vit senda formligu áheitanina avstað og harvið regluliga kunnu sita við borðið saman við EFTA tingfólkunum og harvið virka fyri føroyskum limaskapi, sigur John Johannsens, formaður í uttanlandsnevndini.


Rógvi Nybo