Í fjølmiðlunum í gjár upplýsti leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, at øll viðurskifti vóru komin í rættlag, áðrenn maskinmeistararnir søgdu seg úr starvi tann 28. februar og at hann ikki skilti, hvat ósemjan snúði seg um.
Tað uppskot til sáttmála, ið Maskinmeistarafelagið hevur mett at kunna vera nøktandi, er komið við telduposti frá Fíggjarmálaráðnum tann 26. apríl t. v. s. slakar 2 mánaðir eftir, at maskinmeistararnir høvdu sagt seg úr starvi.
Vit mugu sostatt tíverri staðfesta, at leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum ber beinleiðis ósannindir til fjølmiðlarnar.