Í blaðnum í gjár kundi lesast, at um so verður, at Havnarbáturin og Nósoyingurin verða javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, og hvørgin teirra vinnur, so hevur Nólsoyingurin fyrimun, tí teir hava vunnið fleiri FM róðrar ígjøgnum árið, enn Havnarbáturin.
Hetta er tó ikki rætt. Tað stendur nevniliga í kappingarreglunum, at um so er, at tveir bátar enda sum nr 1 í FM kappingini, og sostatt eru javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so vinnur tann báturin, sum vinnur á òlavsøku. Vinnur hvørgin báturin, verður tann báturin meistari, sum fær bestu plaseringina á Òlavsøku.
Verða bátarnir javnir í stigum eftir òlavsøkuróðurin, t.d. um Havnarbáturin gerst nr 2 og Nólsoyingur nr 4, vinnur Havnarbáturin sostatt meistaraheitið, tí tað er plaseringin sum telur. At Nólsoyingur hevur vunnið fleiri FM-róðrar hevur einki at siga tá.
"Stendur á jøvnum millum fleiri bátar, tá ið stevnurnar eru av, er tann vinnari, sum varð best plaseraður, seinasta FM-róður í kappingarárinum" (Reglugerðin fyri føroyameistaraheitið í kappróðri, stk 22)
Haldið mær tilgóðar.