Rættiliga ymisk tilboð

Tilboðini upp á koyringina hjá Bygdaleiðum vórðu latin upp mánadagin. 20 tilboð komu inn, og tað er á leið tað, roknað var við, sigur fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni

 

Bygdaleiðir


Tað er helvtarmunur á tilboðunum á onkrum av bussrutunum hjá Bygdaleiðum. Tilboðini vórðu latin upp seinnapartin mánadagin, og tey vóru á leið tað í tali, sum roknað var við frammanundan, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.

Farið verður nú at hyggja nærri at tilboðunum, sum komin eru, og um eina viku ella so, verður helst møguligt at siga nakað nærri um, hvussu koyringin verður latin út, sigur Poul Jákup Thomsen.


Stórur munur

Sjónskastur var munurin millum tilboðini upp á koyringina í tveimum av smærru økjunum, Sandoy og Suðuroy. Í Sandoy var helvtarmunur, meðan munurin í Suðuroy var upp á 40 prosent millum tað dýrasta og tað bíligasta tilboðið.

Tað komu trý tilboð inn upp á koyringina í Suðuroy. Tað bíligasta var upp á 4.950.000,- krónur, meðan tað dýrasta var upp á 8.244.043,80 kr. Ímillum lá eitt upp á 5.879.751,- krónur.

Upp á koyrngina í Sandoy komu eisini trý tilboð. Har er tó tað at siga, at tvey teirra vóru frá sama tilboðsgevara og líktust heilt nógv. So nógv, at tað kanska í roynd og veru ber til at tosa um eitt og sama tilboð. Munurin teirra millum er góðar 50.000.- krónur.

Hinvegin er hitt tilboðið upp á kr. 3.331.212,-, sum er umleið tað dupulta av tí lægra hjá tí fyrrnevnda bjóðaranum. Tað tilboðið var upp á kr. 1.561.300,37 krónur.

Upp á koyringina í Norðoyggjum kom bara eitt tilboð, sum ljóðar upp á kr. 4.519.125,- krónur.

Hinvegin vóru tilboðini upp á koyringina í Vágum, Eysturoy og Streymoy nøkunlunda á leið í prísi. Tó var eitt útsving í tilboðunum upp á leið 400 millum Leirvík og Tórshavn.

Tann, sum hevði lægsta boðið, beyð 3.775.000,- krónur, meðan hægsta boðið var upp á kr, 6.800.000,-, sum næstan er ein helvtarmunur.


Sum væntað

Fólkaflutningsleiðarin hjá Strandfaraskipum Landsins, Poul Jákup Thomsen, sigur, at av teimum 30, sum fingu útbjóðingartilfar frá Strandferðsluni, hava 20 boðið upp á kroyingina.

?Tað var á góðari leið tað, vit høvdu væntað, sigur hann.

Hann sigur eisini, at tað hevur víst seg, júst sum væntað, at fleiri teirra, sum áður hava koyrt bussar hjá Bygdaleiðum, hava boðið saman upp á ymsar rutur. Ein stendur sum høvuðsbjóðari, meðan hinir so eru undirveitarar við sínum bussum, tilreiðar at røkja rutuna fyri tann, sum fekk hana.

Hinvegin eru nakrir bjóðarar, sum hava boðið einsamallir. Hesir eru í stóran mun slíkir, sum ikki hava havt koyring fyri Bygdaleiðir fyrr. Ymisk feløg, sum hava boðið seg fram. Og í fleiri førum - tó ikki øllum - liggja hesi feløgini hægri enn teir etableraðu bussførararnir í prísi.

Nú verður so farið at hyggja nærri at boðunum, sigur Poul Jákup Thomsen. Kannað veðrur eftir, um allir tilboðsgevararnir lúka tær ásettu felagsreglurnar fyri at fáa koyring. Tær eru ásettar í útbjóðingartilfarinum. Eisini onnur viðurskifti verða kannað, áðrenn nakar fær loyvi at koyra, sigur hann.

Júst tað, at treytir eru setta við í útbjóðingartilfarinum ger, at Strandferðslan kann treyta sær at velja tann, sum hildið verður at hava bestu vónir fyri at klára at røkja rutuna. Bæði fíggjarliga og við øðrum førleikum, so sum tænastu, góðum bussum og so framvegis.

Men alt hetta verður komið aftur til, tá ein endalig støða fyriliggur, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.