Rættarskipan - Rættar sjálvtøku) skipan

   

Niels Olaf Eyvindsson


Sagt verður, at tíðin er broytt, men enn tykist tað mær at nøkur liva í einari aðrari tíð. Eg ivist eitt sindur, um tey ikki liva áðrenn okkara tíðarrokning. Sagt verður, at vit hava heimsins bestu rættarskipan. Ein er ósekur, líka til ein er funnin sekur og dømdur. Tað er ein av hornasteinunum í okkara rættarskipan. Ein annan hornasteinur er, at tá ein hevur sitið sín dóm kann ein ikki lastast fyri sínar gerðir, ið ein er dømdur, og hevur bøtt, fyri.
Hví ákæra fólk uttan fyri rættardyr og ikki føra tey inn um dyrnar?
Hví ikki draga tey í rættin, skjalprógvað sína ákæru móti teimum og fáa tey dømd?
Tað er jú har brotsmenn og -kvinnur hoyra heima ella rættari sagt hava hoyrt heima í gjøgnum tíðirnar!
Hví ikki lata rættarskipanina ákæra og døma brotsmenn og -kvinnir?
Hví eru enn fólk, ið ikki hava fatað, at vit hava heimsins bestu rættarskipan?
Hví eru enn fólk, ið ikki vita, at einhvør er ósekur, líka til ein er funnin sekur og dømdur?
Hví eru enn fólk, ið døma onnur?
Er tað ikki tað, vit hava dómsvald og dómstólar til?
Hví verða fólk tilsvínað, ákærd og dømd uttan rættarsøk, hetta ger seg serliga galdandi av ávísum miðlum í okkara lítla samfelagið?
Er tað ikki tekin um at ein ella annar vil spæla »sjálvtøku-rætt«?
Eg spyrji bara!!
Hví skal so ein, ið hevur sitið sín dóm, ikki lastast fyri sínar gerðir?
Svarið er einfalt - viðkomandi hevur sitið sín dóm og er aftur reinur og fríur. Talvan er vaskað rein, og ein kann byrja aftur - antin í sama spori ella finna eitt nýtt spor at ganga eftir.
Hvør vil dømast uttan rættarsøk og uttan møguleika at verja seg í rættinum?
So leingi vit liva í einum siviliseraðum rættarsamfelag, so mugu vit halda okkum til tær niðurstøður, sum rættur og ríkisadvokatur koma framm til, til einahvørja tíð. Er rætturin komin til eina niðurstøðu, so er tað fullkomuliga líka vítt, í hvønn mun Per ella Pól hava eina aðra meining.
Tíverri hava vit her í Føroyum, fólk, sum hava tikið sær rættin at verða rættvísins apostlar - tó higartil einans til stóran ampa fyri nógvar føroyingar. Hesir apostlar hava verðið við at døma seg sjálvan. Ikki sørt láturligt má sigast, men tó halda hesi á at chikanera fólk dag og dagliga.
Tað mátti verið ikki sørt ørkymlandi at sæð flestu fólk ganga av vegnum fyri einum, ella undan einum, fyri at umgangast ein, ístaðin fyri at siga góðan dagin, hvussu gongur, ella bert heilsa siðiliga uppá ein.