Rættarnevndin tikin á bóli

Formaðurin í Rættarnevndini hjá Løgtinginum er ovfarin av, at Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin, av sínum eintingum hevur lýst eina kunngerð, sum helst ger av við Gjaldskipanina hjá peningastovnunum. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur átti at bíða eftir tí svari, sum hann hevur biðið um. Málið verður nú tikið upp í samgonguni

? Hetta er ein undarligur máti at arbeiða uppá, og eg ætli mær at taka málið upp í Fólkaflokkinum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Tað kom púrasta óvart á formannin í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, skar ígjøgnum í fløkta málinum um persónsuppslýsingar.16. juni lýsti landsstýrismaðurin nevniliga eina kunngerð, sum eftir øllum at døma stegðar nýggju Gjaldskipanini hjá peningastovnunum.
? Eg hevði ikki ánilsi av, at Høgni Hoydal fór at fremja hesa kunngerðina. Eg veit rætt og slætt ikki, hvat er hent, og hví hann ikki vildi bíða eftir einum svari frá Løgtinginum. Tað er ógvuliga undarligt, at hann ikki í minsta lagi kunnar Rættarnevndina, sum hevur málið til viðgerðar, sigur Jógvan á Lakjuni.

Fall fyri freistini
Málið er langt og fløkt. Stríð tók seg upp, tá Elektron og peningastovnarnir valdu at fara yvir til eina nýggja Gjaldskipan, ið skuldu avloysa V&T-skipanina. Skipanin tekur sær av at gera sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. GjaldSkipanin er ein føroysk útgáva av BetalingService hjá PBS og hevur við sær, at allar sjálvvirkandi flytingar fara til Danmarkar at venda.
Tað helt Høgni Hoydal ikki vera í samsvari við lógina um vernd av persónsupplýsingum og ætlaði at steðga henni við kunngerð. Men av tí, at peningastovnarnir høvdu fingið loyvið frá Dátueftirlitinum til Gjaldskipanina, og at mest sum øll vinnan var ímóti at steðga henni aftur, helt Høgni Hoydal seg vera noyddan at spyrja Løgtingið eftir tess vilja.
Málið endaði í Rættarnevndini, har Jógvan á Lakjuni er formaður. Rættarnevndin himpraðist so nógv, at málið dróg út og fall fyri tíðarfreistini. Ætlanin var taka tað uppaftur eftir ólavsøku, og tískil hevur nevndin ongantíð svarað landsstýrismanninum.
? Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál, sum vit ivaðust nógv í. Øðrumegin er tað helst rætt at varðveita bæði skipanir og upplýsingar í Føroyum, men tá mest sum øll vinnan sigur tað vera lættari og mest praktiskt at lata onnur gera tað fyri okkum, so vistu vit ikki rættiliga og ynsktu meira tíð at viðgera tað. Tá nú landsstýrismaðurin bað um okkara hugsan tykist tað ógvuliga løgið, at hann bara tekur eina avgerð av sínum eintingum, sigur Jógvan á Lakjuni.

Trygt ella ótrygt
Málið er fløkt, men spurningurin er í grundini einfaldur. Loyvir lógin um vernd av persónsupplýsingum frá 2001,at viðkvæmir persónsupplýsingar fara av landinum.
Tað heldur Høgni Hoydal ikki og vísir til viðgerðina, tá lógin varð samtykt. Tá álegði Rættarnevndin honum »at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka útlutning«. Rættarnevndin legði somuleiðis áherðslu á, at »meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast í viðgerðast í Føroyum«.
Kortini gav Dátueftirlitið loyvi til nýggju skipanina, tí talan er ikki um so viðkvæmir upplýsingar, sum fara til eitt trygt land, Danmark. Og nú gjørdist málið eisini flokspolitiskt.
? Eftir mínum tykki loyvir lógin, at upplýsingar kunnu flytast av landinum, um tað er sannlíkt, at lóggávan verjir einstaklingin eins væl, sum føroysk lóggáva. Eg eri sannførdur um, at tað neyvan finst ein saklig grundgeving fyri at halda, at donsk lóggáva ikki tryggjar borgaran eins væl ella betur enn okkara egna, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, sum eisini er limur í Rættarnevndini.
Hann metir málið so mikið álvarsligt, at hann vil hava løgmann og landsstýrismálanevndina taka støðu til, um Høgni Hoydal hevur umsitið á fullgóðan hátt. Tað eydnaðist okkum heldur ikki í dag at fáa eina viðmerking frá Høgna Hoydal í dag, tí hann sat á fundi.


**********
FAKTA
Kjarnin í stríðnum um upplýsingarnar er eitt gamalt mál. Spurningurin er, um vit skulu loyva, at persónligir upplýsingar um einstaklingar fara av landinum.
Í ítøkiliga málinum snýr tað seg um eina nýggja skipan, ið peningastovnarnir settu í verk tíðliga í fjør. Hon nevnist Gjaldskipan. Skipanin er ment í samstarvi millum Elektron og PBS í Danmark og er ein føroysk útgáva av BetalingService. Skipanin avloysir ta føroysku V&T-skipanina, ið Elektron hevur ment.
Talan er sostatt um sjálvvirkandi peningaflytingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast. Og har liggur stríðið.
**********