Rættarmálið um Præstø vanlukkuna byrjað

Tað kostaði einum lærara lívið og sjey ungum varandi mein, tá ein vanlukka hendi við einum sonevndum dragubáti í Præstø fjørðinum 11. februar í 2011, tá báturin holvdist.

Hóast vánaligt veður og kulda valdu tveir lærarar, har av annar, royndi siglarin, Michael Jørgensen, hevði leiðsluna. Tað kom at kosta honum lívið, tí hann druknaði, tá báturin holvdist.

Ákæruvaldið gjørdi 1. oktober í fjør av, at ákæra rektaran á Lundby Efterskole, Truels Achton Truelsen, fyri óviljað manndráp og óviljað munandi likamsskaða.

Rættarmálið byrjaði í dag, og tað kom í morgun fram, at báturin var alt ov tungur. Hann mátti í mesta lagi viga 1500 kilo, men lærarar og næmingar vigaðu 1015 kilo, klæðir og svimjivestar 85 kilo, og hartil høvdu tey sandsekkir á 1100 kilo í bátinum, sum sostatt vigaði eini 700 kilo ov nógv.

Báturin fleyt tískil tungt í sjónum, og tað førdi til at hann holvdist, tá tey skuldu venda bátinum. Tey vóru tá lítlan fjórðing úr landi.

Tað eydnaðist sjey næmingum og einari 33 ára gamlari lærarinnu at svimja í land, meðan seks av næmingunum máttu bjargast. Fleiri teirra stóðu á høvdinum í sjónum, og 44 ára gamli lærarin, Michael Jørgensen, druknaði.

Sjey av næmingunum hava fingið varandi mein,og tríggir teirra eru enn so illa fyri, at teir ikki kunnu førast sum vitnir í málinum.